Vil hava »storm-ferðavinnu«

– Stormur, orkan, heglingur, regn, kavarok, mjørki. Okkara fan­­tast­iska land og náttúra gev­ur okkum ein framúr møg­­u­leika at raðfesta og markn­­að­ar­føra eina storm ferð­a­­vinnu um veturin.

Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, løgmaður, á Face­book. Hann heldur eis­ini, at tað er upplagt at seta á stovn eina altjóða hægri út­búgv­ing innan met­e­o­r­ologi í Før­oyum.

– Eg elski gott veður, men mær dámar eisini væl ein góð­an storm av og á. Eg vóni, at okk­­ara sjófólk eru á tryggum stað, meðan lágtrýstini ýla fram­­við oyggjunum, skrivar løg­­maður á Facebook um nátt­urð­a­tíð í sunnukvøldið.