Zacharias Heinesen: Bíggjardrongurin, sum gjørdist stór­keypmaður í Havn

Seinast høvdu vit frásøgn um Caroline Heinesen. Hon liggur undir liðuni á manni sínum Zacharias, sum var bóndasonur úr Bø

Foreldrini hjá Zacharias vóru Sunn­eva og Heine Heinesen. Sunneva er jarðað í gamla kirkjugarði og er umrødd í hesi røð. Zacharias var borin til festið, men segði tað frá sær. Hann fór til sjós og varð eisini skiparalærdur. Hann sigldi í hvussu er við Lalla Roohk hjá Jens Mohr.
Hann giftist so við Caroline, og tók við handlinum hjá pápa hennara Andreas William Restorff.
Frá 1898 hevði hann handilin í Bringsnagøtu og flutti í 1928 yvir í Vágsbotn, har handilin hjá gamla Restorff hevði verið.
Hesi húsini vórðu nútímansgjørd millum annað við sentralhita, sum svágur Zacharias, Nyholm Deb­es, stóð fyri. Her hevði Zacha­rias matvøruhandil og manu­faktur­handil.
Katrina Christiansen, sum hevði arbeitt hjá Heinesen, kom at handla í Bringsnagøtu.

Keypti eisini skip
Hóast tíðirnar í 1920-unum og 1930-unum vóru sera vánaligar, so mangar handilsfyritøkur máttu geva skarvin yvir, vísti tað seg, at Heinesen dugdi væl at handla og handilsfyritøkan gekk væl.

Heinesen gjørdi nógv av at ferðast í útlondum at keypa inn til handilin í Vágsbotni. Heim afturkomin var tað vanligt, at hann hevði eitt stórt uppboð ella auktión, sum Tom Nicolaisen var vanur at standa fyri.
Auktiónir hjá Tom var partur av undirhaldinum tá í tíðini. Tom var sera hittinorðaður og skemt­ingarsamur maður og kundi hann fáa fólk til at keypa og bjóða tað mest ótrúliga.

Lossijaktir við akkord
Heinesen átti tvær lossijaktir „Fram“ og „William,“ sum millum aðrar Martin Dam og Emil Veyhe, vóru vanir at sigla við, tá ongin bryggja var í Havn tey fyrstu árini. Tá máttu skipini, sum komu úr útlondum, liggja úti á redini fyri akker.
Onkur av jaktunum hevði motor, men vanliga nýttu tær segl og árar. Tað varð sagt, at hesin flutningur var góð inntøka hjá teimum, sum høvdu jaktirnar. Teir kundu fáa eini 50 oyru fyri hvørt kolli, jaktirnar fluttu í land. Tí var tað umráðandi at verða fyrstur og fáa øll tey smáu kollini, sum góvu líka so nógv sum tey størru.

Keypti skip
Seinast í 1920-unum setti Zacharias á stovn P/f NABB saman við Christian Holm Jacobsen, Dánjal Jacob Jacobsen, Jens av Reyni og vist eisini Valdemar Lützen, Peter Jensen, meiaristi og øðrum.
Í 1927 keyptu teir skonnartina Martu frá Palla á Mýru á Tvøroyri. Hon var mett at taka 1.200 til 1.400 skippund, og var skipið sostatt bæði stórt og rúmligt.
Marta gjørdi sína seinastu ferð úr Føroyum til Hull við fiski, tá farið var av Havnini seinnapart á degi 9. oktober 1929. Hon legði beinini, tá ið hon fekk ein sjógv við Fair Isle millum Hetland og Orkney. Johan Christiansen, skipari, doyði ta ferðina
Felagið NABB hevði keypt fiska­stykki frá Vilhelm Poulsen, ”Polla Vilhelm,” uppi á Hálsi, har ítrótt­ar­høllin stendur í dag. Her var stórt fiskapláss, har teir turkaðu fisk til útflutnings frá skipum teir áttu t.d. ”Thurid” og ”Normanner” við ávika­vist Tummas í Hanussarstovu í Skála­vík og Lassa Johansen á Strond­um sum skiparum. Teir løgdu nógvan fisk upp her í Havn.

Dugdi væl við fólki
Heinesen dugdi væl at fara við bæði skiparum og manning, og vóru tí skipini altíð vælrøkt og útgjørd. Tey høvdu mest sum altíð somu manning úr Sandoynni og norðan úr Vík.
Skipini fóru tíðliga av stað og komu tíðliga heimaftur av Suður­landinum. Fiskurin varð koyrdur niðan á Háls at turka, soleiðis at teir altíð sluppu tíðliga av við sín góða fisk.
Hetta gav nógv arbeiði til tey, sum arbeiddu í fiskinum og til teir, sum vóru við skipunum. Hetta kom væl við hjá handilsfyritøkuni hjá Heinesen, sum reiddi skipini út. Tey, sum arbeiddu í fiskinum, keyptu alt, sum tey skuldu nýta frá handlinum.
Tá ið borgarakríggið í Spaniu og seinni heimsbardagi tóku seg upp í 30-unum minkaði eftirspurningurin av klippfiski burtur í onki. Tá varð felagið NABB avtikið, og skipini ”Turid” og ”Normanner” vórðu seld til Íslands. Fyrst í februar mánað 1952 sigldi Normanner á land og sakk við Orknoyar.
Í mars mánað 1943 keypti P/F Vágsbotnur við Zacharias Heinesen sluppina ”Isabellu” frá T.F. Thomsen á Tvøroyri.
Ætlanin var, at hon skuldi sigla við ísfiski úr Íslandi til Onglands, eins og tær føroysku sluppirnar gjørdu undir seinna heimsbardaga. Men skipið fekk slíkan skaða á ferðini til Havnar, at tað kom ikki í drift.
Seinni gjørdist skipið til Álaker hjá Kjartani Mohr, og førdi tað manga lastina av fiski til Føroyar.
Tá ið fyrsta ”Tjaldur” hjá P/F Skipafelagnum Føroyar varð keypt til Føroyar seinast í 1920 setti Heinesen pening í hetta skip og var hann í fleiri ár nevndarlimur í felagnum. Tá ið hann fall frá, kom sonurin William at sita í nevnd Skipafelagsins.
Johan Restorff Jacobsen kann minnast Heinesen sum ein eldri mann, har hann sat á skrivstovu síni, sum var hvítmálað við myndum á bróstinum. Í handlinum arbeiddi eisini pápi Johan, sum seinni tók yvir tann partin av virkseminum hjá Heinesen, sum í dag er hjá Andre­as í Vágsbotni.
Tey seinastu árini var Zacharias sjúkligur og mátti tí koyrast mill­um handilin og heimið við Ting­húsvegin.
Kjartan Bentsen, sum starvaðist í Vágsbotni um hetta mundi, var vanur at koyra Heinesen aftur og fram.
Zacharias Heinesen doyði so í 1944. Sonur hansara William tók við leiðsluni eftir pápan. Men hann var kanska ikki eins góðu “kapitalistur” sum hann var rithøvundur og alt annað, hann var.
Fyritøkan varð fyrst umskipað til eitt partafelag, men í 1953 fór hon á húsagang. Tá var eisini kreppa í Føroyum.
Tá kom Valdemar Lützen at yvirtaka tann part av fyritøkuni, sum í dag er Miðlahúsið, meðan systirsonur Carolinu, Andreas Restorff Jaocbsen, kom at yvirtaka og framvegis hava handilin beint við síðuna av. Hesin handil er seinasta minni um handilsvirksemið hjá gamla Restorff, sum byrjaði í 1856, og sum framvegis er í ættini.
Inni í hesum handli eru áhuga­verd minni um ta gomlu tíðina. Millum annað er ein rútur við und­irskriftum hjá nógvum av teimum, sum hava vitjað inn í handilin.

Kelda: Johan Restorff Jacobsen


-----


Í komandi parti
verður greitt frá Jónu Joensen, sum doyði sum smágenta. Mamma hennara varð koyrd sum lærari, tí hon gjørdist baptist.