Tað er ein greið avtala í samgonguni, at tunnil skal gerast til Vestmanna. Tað sigur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi – og borgartjóri í Vestmanna.
Í gjár hevði Løgtingið drúgt orðaskifti um tunlar og í tí sambandi førdi løgtingsmaðurin í Vestmanna fram, at tað er ein greið avtala í samgonguni, at nú skal tunnil fyrst gerast til Hvalbiar, síðani skulu tunlarnir Norður um Fjall gerast, men tá ið teir eru lidnir, skal farast undir tunnil til Vestmanna.
Hann vísir eisini á, at á uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, er ætlanin at seta pening av til at fyrireika tunnil til Vestmanna. Tí er Pauli Trónd Petersen eitt sindir ørkymlaður av, at løgtingslimir, eisini í samgonguni, nú brádliga eru farnir at tosa um ein tunnil ímillum Gøtudali í Skálabotn.
– Tað er uttan iva skil í at gera tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, men tað er skeivt at draga hann fram í hesum døgum, nú samgongan er í ferð við sína seinastu figgjarlóg, áðrenn valið, sigur Pauli Trónd Petersen
Hann sær fyri sær, at tunnilin til Vestmanna kann gerast í 2022 og 2023, og so kann verða farið undir Gøtudalstunnilin í 2024, ella har á leið. Annars hevur Landsverk víst á, at ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn er avgerðandi fyri ferðsluna, tá ið Eysturoyartunnilin er tikin í brúk, tí so kann ferðslan norðaneftir fara í tunnilismunnan á Strondum. Verður tann tunnilin ikki gjørdur, skal øll ferðslan ístaðin út ígjøgnum Runavík og Saltangará, og hinar bygdirnar á eystara armi á Skálafirði.
Hann heldur, at tað hevur týdning, at samgongan heldur seg til tað, sum avtalað er. Men annars saknar hann, at allir flokkar á Løgtingið gera eina tunnilssemju, har semja verður gjørd um, hvørjir tunlar skulu gerast, í hvørjari raðfylgju teir skulu gerast, um teir skulu bjóðast úr, ella um Landsverk skal gera teir, og, hvussu teir skulu fíggjast.
– Tað hevur ómetaliga stóran týdning at øll hesi viðurskifti verða løgd í eina fasta legu. Og skulu vit tosa um tunlarnar Norður um Fjall, er tað Fólkaflokkurin, sum hevur alla skyldina av, at teir ikki eru gjørdir, staðfestir hann.
Hann vísir á, at tað var nevniliga avtalan, at tunlarnir Norður um Fjall skuldu gerast fyri nógvum árum síðani, men brádliga gjørdi Fólkaflokkurin av at sleppa ætlanini og vildi heldur gera Viðareiðistunnilin ístaðin, sigur Pauli Trónd Petersen. Og hann leggur afturat, at tað hevði sømt seg fyri Fólkaflokkin at viðurkent sær hesa ábyrgdina og hildið upp at at lasta øllum øðrum fyri, at tunlarnir Norður um Fjall ikki eru gjørdir.