Ferðsluvanlukka kravt eitt mannalív

Ein 24 ára gamal maður doyði í ferðsluvanlukku á Høgareyni á Vestmannavegnum nakað fyri klokkan 14 seinnapartin í dag.

 

Løgreglan í Havn upplýsir, at talan var um eina motorsúkklu, sum var í óhappinum, og at førarin av onkrari orsøk hevur mist tamarhaldið.

 

Fleiri motorsúkklur vóru í ferðalagnum, sum var á veg móti Vestmanna.

 

Tey avvarðandi eru kunnað, sigur løgreglan.

 

– Nú verður kanningararbeiði gjørt. Akstovan er komin á staðið at kanna umstøðurnar, og vit skulu eisini avhoyra vitni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.