Annfinn Brekkstein stillar upp aftur

Hanus Midjord, formaður í Føroya Væl, vildi fyrr í dag ikki úttala seg um listan hjá Sambandsflokkinum til komandi býráðsval.
Fyri in.fo váttar Annfinn Brekkstein tó, at hann stillar upp aftur.

 

Annfinn Brekkstein er einasti valdi býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð.
Seinasta val fekk hann 345 atkvøður.

 

Hann bleiv fyrstu ferð valdur í býráðið í 2008. Tá var hann eisini einsamalt umboð fyri Sambandsflokkin. Tá fekk hann 262 atkvøður, tríggjar fleiri enn næsti maður á listanum.