haldi, at tað er skilagott at hava fíggjarligt gjøgnumskygni í, hvønn fíggjarligan stuðul flokkarnir fáa og frá hvørjum hesum stuðul kemur. Hon helt, at samtykkir Løgtingið at seta ein arbeiðsbólk at kanna [...] vísti, at tað eigur at verða fult gjøgnumskygni í tí fíggjarliga stuðuli, sum flokkarnir fáa, so at almenningurin veit, hvønn stuðul, flokkarnir fáa og frá hvørjum hesin stuðulin kemur. Tað fer at geva [...] seráhugamál knýtt at einum politiskum flokki og tað eigur veljarin at vita, heldur Andreas Petersen. Tí heldur hann, at verður valskipanin endurskoðað, eigur hesin parturin eisini at verða tikin við í
sum tað, at hann heitti staðiliga á Fólkaflokkin um at samráðasat við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin um at sleppa upp í aftur samgonguna, so at Jógvan á Lakjuni og aðrir kundi forða fyri, at rúsdrekkalógin [...] ólukka, at Løgtingið hevur samtykt at tað skal vera loyvt at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin Og hann heitir nú inniliga á løgmann um at útskriva [...] útskriva val, so at ikki fleiri ólukkur henda. Vil løgmaður ikki tað, vil fólkafloksmaðurin hava Løgmann at skipa eina nýggja samgongu, so at meiri av slíkum ikki hendir. Jógvan á Lakjuni sigur, at sum støðan
ábyrgdin hjá foreldrunum at halda fram við undirvísingini. Hann staðfestir eisini, at í mentamálaráðnum hava tey ikki viðgjørt spurningin um at skúlarnir skulu steingjast fyri at berja svínakrím niður. Men [...] vísing. Av tí, at spurningurin ikki er viðgjørdur, dugir hann heldur ikki at siga um tey fara at gera, sum formaðurin í Lærarafelagnum mælir til í aðrari grein í blaðnum, nevniliga, at hvørt barnið skal [...] við. - Tað dugi eg ikki at siga, men skuldi tað hent, at børnini ikki sleppa í skúla, er grundreglan tann, at tað verða foreldrini, sum í einum slíkum føri, hava skyldu til at undirvísa børnini, sigur
partafelag. Ætlanin er, at Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst, og at tað síðani verður farið undir Sandoyartunnilin. Uppskotið til tíðarætlan er, at tað í 2009 verður farið undir at bora millum Skálafjørðin [...] Skálafjørðin og Suðurstreym, og at tað í 2012 verður farið undir at bora undir Skopunarfirði. Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvørjar grundgevingarnar eru undir tilráðingini hjá Vinnumálaráðnum. Men tað [...] sagt fleiri ferðir, at um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur fyrst, so fer almenna partafelagið at fáa stórar inntøkur beinanvegin. Tað verður ikki roknað við, at Sandoyartunnilin fer at geva nógv størri
sigur við Norðlýsið, at hann væntar sær landstýrissessin í fiskivinnumálum, og at hann ikki ætlar at bakka fyri nøkrum Heini O. Heinesen sigur við Norðlýsið, at nú tað er avgjørt at Tjóðveldi skal hava [...] Hann ætlar ikki at stuðla nøkrum, sum kemur at skapa órógv í vinnuni og fer tí ikki at finna seg í, at fiskidagabanki verður settur á stovn undir hesari samgonguni. - Tað er umráðandi at skapa tryggar karmar [...] eingin ivi vera um, at hann verður nýggjur Fiskimálaráðharri. - Eg ætli mær ikki at fara av vegnum fyri nøkrum - tí eg haldi at mínar drúgvu royndir innan fiskivinnupolitikk vísa á at eg náttúrliga eigi
soleiðis at vit kunnu klára okkum at stýra sjálvir. Vit eiga ikki at gloyma tað, at vit eiga dýra mentan í Sandoynni og ikki at gloyma Skúgvi og Dímun. Og hetta eiga vit saman við iøllum øðrum at røkja sjálv [...] haldi, at vit hava nokk av havnarmonnum. Vit skulu ikki trýsast undir miðstaðarøkið. tað, sum vit eiga at gera, er at fáa lagt allar sýslurnar saman og so eiga vit sum helst hann minsta kommunan at fáa [...] Sandoyggin er so mikið lítil, at tað er bara eitt hjá okkum at gera, og tað er at standa saman sum ein maður, og tað ere tað vit vinna við. Tað einasta vit kunnu gera er at standa saman og lyfta í felag
Vágum vandi fyri at koma at bíða leingi at sleppa avstað, orsakað av mjørka og veðrinum annars. Spurdur um hetta merkir, at matstovan fer at halda longri opið, sigur stjórin í 62º Norður, at tað væntar hann [...] matstovuna í Floghavnini í Vágum, at vita, at skeinkiloyvið, ið teir søktu loyvisnevndina um, verður játtað. Talan er um tað minna loyvir, sum merkir, at tað ikki verður loyvi at skeinkja løgir sterkari enn [...] sigur Kent Christensen. Hann vísir á, at krøvini um at innskriva seg til flúgving tíðliga, eru skerpaði, og hetta merkir, at ferðafólk koma at uppihalda seg longri á flogvøllinum. Harafturat er júst á fl
hann, at tað er neyðugt at vísa størsta varsemi í slíkum føri, tí tað má ikki verða so, at støðið verður máað undan føroyska arbeiðsmarknaðinum. Men Jacob Vestergaard sigur, at hann dugir ikki at síggja [...] síggja, at hendan avtalan um sveisararnar á Skála á nakran hátt skal skapa fordømi fyri aðrar ætlanir um at gera slíkar avtalur. Hann dugir heldur ikki at síggja møguleikan fyri at gera slíkar avtalur á øðrum [...] øki verður politikkurin í hvussu so er ikki tann, at tað skal bera til hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða á føroyskum flakavirkjum, fyri at taka eitt dømi, sigur landsstýrismaðurin.
Times. Hann segði, at Ísrael styðjar tær diplomatisku royndirnar at fáa Iran at gevast við sínum kjarnorkuverkætlanum. Ísrael hevur fyrr gjørt greitt, at landið fer ikki at góðtaka, at Iran fær kjarnorkuvápn [...] bretska blaðið Sunday Times, at tvær deildir hjá ísraelska flogvápninum eru farnar undir venjingar við tí endamáli at søkja at trimum kjarnorkuverkum í Iran. Blaðið visti at siga, at talan er um verkini í Natanz [...] ini, Ali Larijani, frá, at Iran fer at brúka sína kjarnorkutøkni til hernaðarlig endamál, verður landið hótt uttaneftir. Á vitjan í Beijing segði hann, at sum er ætlar Iran at brúka kjarnorkuna til el
Danielsen? - Eg haldi, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit fáa pengar til ungdómslandslið. Á henda hátt ber betur til at lokka ungdómar til at blíva við at spæla hondbólt, ístaðin fyri at velja tað frá. Eisini [...] Eisini er umráðandi, at ungir spælarar so sum Sveinur Justinussen fara av landinum at royna seg. Eg ivist ikki í, at ein maður sum Sveinur kundi staðið seg í bestu donsku feløgunum. At enda spurdu vit Jóhan [...] eisini, at ein týðuligur munur á okkara liði og liðnum hjá normonnum, er, at hjá Noreg kemur allatíðina maður í mans stað. Hjá okkum hvílir ov nógv á einkultum leikarum. Men hvat skal til fyri at fáa okkara