Fíggjarligur stuðul til politiskar flokkar skal almannakunngerast

Tað eigur at vera kunngjørt alment, hvørjum teir politisku flokkarnir fáa fíggjarligan stuðul frá, heldur Andreas Petersen og landsstýriskvinnan í innlendismálum er ikki ósamd

Almenningurin eigur at fáa at vita, hvørjum teir ymsu politisku flokkarnir fáa fíggjarligan stuðul frá.
Tað heldur Andreas Petersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Tá ið Løgtingið í gjár viðgjørdi uppskotini um at broyta valskipanina, spurdi hann Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, um tað ikki var tørvur á at gera reglar fyri, at allur fíggjarligur stuðul til teir politiskur flokkarnar, skal almannakunngerast.
Hann vísti, at tað eigur at verða fult gjøgnumskygni í tí fíggjarliga stuðuli, sum flokkarnir fáa, so at almenningurin veit, hvønn stuðul, flokkarnir fáa og frá hvørjum hesin stuðulin kemur.
Tað fer at geva almenninginum innlit í, um nøkur serlig áhugamál eru knýtt at teimum ymsu flokkunum.
Hann sigur, at hetta er galdandi aðrastaðni, serliga er USA undangonguland, men hetta er eisini galdandi í Danmark.
Hann sigur, at í Danmark skulu fakfeløg og onnur gera roknskap fyri, hvørjum politiskum flokkum, tey stuðla.
- Viðhvørt eru seráhugamál knýtt at einum politiskum flokki og tað eigur veljarin at vita, heldur Andreas Petersen.
Tí heldur hann, at verður valskipanin endurskoðað, eigur hesin parturin eisini at verða tikin við í viðgerðini.
Annika Olsen var ikki ósamd í hesum.
- Eg haldi, at tað er skilagott at hava fíggjarligt gjøgnumskygni í, hvønn fíggjarligan stuðul flokkarnir fáa og frá hvørjum hesum stuðul kemur.
Hon helt, at samtykkir Løgtingið at seta ein arbeiðsbólk at kanna valskipanina, kann hetta verða ein partur av arbeiðssetninginum.