- Tað er ein ólukka, at Løgtingið hevur samtykt at tað skal vera loyvt at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin
Og hann heitir nú inniliga á løgmann um at útskriva val, so at ikki fleiri ólukkur henda.
Vil løgmaður ikki tað, vil fólkafloksmaðurin hava Løgmann at skipa eina nýggja samgongu, so at meiri av slíkum ikki hendir.
Jógvan á Lakjuni sigur, at sum støðan er nú við eini minnilutasamgongu, sær út til, at alt møguligt kann verða samtykt.
Tá ið uppskotið um at geva loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føryum, stóð nógv á teimum, sum vóru ímóti tí.
Jenis av Rana fór enntá so langt sum tað, at hann heitti staðiliga á Fólkaflokkin um at samráðasat við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin um at sleppa upp í aftur samgonguna, so at Jógvan á Lakjuni og aðrir kundi forða fyri, at rúsdrekkalógin verður broytt.
Hetta er triðju ferð, at hetta málið er til viðgerðar í tinginum. Hina báðu ferðina varð tað felt. Men tá ið málið varð viðgjørt hósdagn, varð tað váttað, at orsøkin til, at tað varð felt, var, at ein minniluti í samgonguni hevði blokerað fyri tí.
Løgmaður hevur ferð eftir ferð staðfest, at løgtingsval verður ikki nú.
Løgtingið skal avgerða málið endaliga í morgin.