Hondbóltur
Um dystin leygardagin sigur Jóhan: - Eg haldi, at okkara menn spældu ein fantastiskan seinnahálvleik, men normenninir vóru ótrúliga góðir. Leikferðin hjá teimum var ótrúliga høg, og hvørja ferð at okkara gjørdu ein feil, blivu vit straffaðir av normonnum. Eg haldi eisini, at ein týðuligur munur á okkara liði og liðnum hjá normonnum, er, at hjá Noreg kemur allatíðina maður í mans stað. Hjá okkum hvílir ov nógv á einkultum leikarum.
Men hvat skal til fyri at fáa okkara landslið á eitt enn hægri støði sambært Jóhani Danielsen?
- Eg haldi, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit fáa pengar til ungdómslandslið. Á henda hátt ber betur til at lokka ungdómar til at blíva við at spæla hondbólt, ístaðin fyri at velja tað frá. Eisini er umráðandi, at ungir spælarar so sum Sveinur Justinussen fara av landinum at royna seg. Eg ivist ikki í, at ein maður sum Sveinur kundi staðið seg í bestu donsku feløgunum.
At enda spurdu vit Jóhan, um hann lærir nakað av at hyggja eftir teimum norsku málverjunum í einum slíkum dysti?
- Ja, tað geri eg. Tað er ótrúligt at síggja, hvussu væl teir duga at lesa skotini. Eisini sær man væl, hvussu væl verja og málmaður fylgja sínum avtalum, so at teir verja hvør sítt øki. Høvdu vit megnað at brotið hesar avtalur hjá normonnum, so var nógv vunnið, segði Jóhan Danielsen at enda.