Støðan í Miðeystri er versnað nógv teir seinastu dagarnar, og í fleiri londum stúra fólk fyri, hvat kann henda.
Fyrst boðaði leiðarin fyri iransku kjarnorkuverkætlanini, Ali Larijani, frá, at Iran fer at brúka sína kjarnorkutøkni til hernaðarlig endamál, verður landið hótt uttaneftir. Á vitjan í Beijing segði hann, at sum er ætlar Iran at brúka kjarnorkuna til elframleiðslu.
-Men verða vit hótt, verður støðan ein onnur, legði hann afturat.
Minni enn eitt samdøgur seinni skrivaði bretska blaðið Sunday Times, at tvær deildir hjá ísraelska flogvápninum eru farnar undir venjingar við tí endamáli at søkja at trimum kjarnorkuverkum í Iran. Blaðið visti at siga, at talan er um verkini í Natanz, Isfahran og Arak, og at ísraelska flogvápnið ætlar at tveita smáar kjarnorkubumbur niður yvir verkini.
Talsmaðurin hjá ísraelska uttanríkisráðnum, Mark Regev, vildi ikki gera beinleiðis viðmerkingar til tíðindini í Sunday Times. Hann segði, at Ísrael styðjar tær diplomatisku royndirnar at fáa Iran at gevast við sínum kjarnorkuverkætlanum. Ísrael hevur fyrr gjørt greitt, at landið fer ikki at góðtaka, at Iran fær kjarnorkuvápn.
Tað er ikki bara Ísrael, sum er ímóti, at Iran fær kjarnorkuvápn. Tey smáu londini við Persaflógvan, Kuwait, Qatar og Bahrein, stúra eisini fyri, hvat so kann henda. USA hevur hermenn í øllum trimum londunum, og tí stúra tey fyri iranskum hevndarálopum, tí tað er greitt, at Ísrael fer ikki at søkja at Iran uttan tilsøgn úr USA.