Foreldur mugu vera lærarar

- Verða skúlarnir stongdir fyri at bera svínakrím niður, mugu foreldrini taka undirvísingina á seg, tí tað hava tey skyldu til, sigur Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í mentamálaráðnum

- Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av at geva børnunum lærdóm.

Tað staðfestir Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í mentamálaráðnum.

Hann sigur, at verða skúlarnir stongdir fyri at berja svínakrímið niður, verða tað sostat ábyrgdin hjá foreldrunum at halda fram við undirvísingini.

Hann staðfestir eisini, at í mentamálaráðnum hava tey ikki viðgjørt spurningin um at skúlarnir skulu steingjast fyri at berja svínakrím niður.

Men í grundregluni staðfestir hann eisini, at vit hava ikki skúlaskyldu í Føroyum, men vit hava undirvísingarskyldu og tað undirvísingarskylduna hava foreldrini.


Avgerðin hjá landslæknanum

Olaus Jespersen sigur, at tað er bara ein myndugleiki, sum kann stongja skúlar av heilsuligum ávum og tað er Landslæknin.

- Ger Landslæknin av, at børnini ikki longur kunnu savnast í skúlum fyri smittuvanda, má alternativið verða, at børnini fáa heimaundirvísing.

Og tað eru foreldrini, sum hava skylduna at geva børnini hesa heimaundirvísing.

Av tí, at spurningurin ikki er viðgjørdur, dugir hann heldur ikki at siga um tey fara at gera, sum formaðurin í Lærarafelagnum mælir til í aðrari grein í blaðnum, nevniliga, at hvørt barnið skal fáa eina lesiætlan heim við.

- Tað dugi eg ikki at siga, men skuldi tað hent, at børnini ikki sleppa í skúla, er grundreglan tann, at tað verða foreldrini, sum í einum slíkum føri, hava skyldu til at undirvísa børnini, sigur Olaus Jespersen.

- Les eisini: Taka undir við at børn og lærarir verða vard