vón er, at vit fáa eitt kveikjandi kjak í sambandi við aðalorðaskiftið mánadagin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Framløga løgmans verður í løgtinginum kl. 11 í morgin. Aðalorðaskiftið verður mánadagin [...] Í morgin leggur løgmaður sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram á løgtingi. Framløga hansara er grundarlagið undir aðalorðaskiftinum um viðurskiftini á uttanríkisøkinum, sum verður seinnapartin mánadagin [...] ið eg staðfesti, at sjáldan áður hava vit rokkið so góðum úrslitum á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið. Úr rúgvuni kunnu nevnast fríhandilssáttmálin við Turkaland, landgrunnsmálið og silda-
Tríggir dystir vórðu spældir í bestu kvinnudeildini í hondbólti í dag. Størsti spenningurin var í Vági, har StÍF vann ein sera tepran sigur. StÍF var omaná fyri steðgin, og tað eydnaðist eisini gestunum [...] gestunum at halda fast um heldur óvæntaða sigurin. Júst dystirnir móti StÍF hava verið sera truplir hjá VB í ár. Báðar dystirnar á Skála hevur VB tapt, og nú riggaði altso heldur ikki á heimavølli. Neistin og [...] og Kyndil høvdu á pappírinum lættar dystir, tá tey spældu móti teimum báðum niðastu liðunum í deildini. Og hvørki Neistin ella Kyndil høvdu serligar trupulleikar við at vinna sær stigini. Úrslitini VB-StÍF
smátt at fyllast, nú tað legst aftrat við fólkum í heilum. Fleiri framførslur hava eisini longu verið á skránni, harímillum Guðrið Hansdóttir, ið júst spældi síðstu tónarnar á sandinum, og um eina løtu [...] gleða seg til, fer á pall á Sandinum klokkan tíggju minuttir í midnátt. Á midnátt vaknar Grundin til lívs, tá You Dig! Skal undirhalda fjøldina. Í fjósinum verður eisini diska, men helst til ein sindur øðrvísi
n hjá skotanum verður sýndur í Føroyum. Fyrsta sýning var í Kanada. Síðan hevur filmurin verið sýndur í USA og Skotlandi. Tað er Filmsfelagið, ið skipar fyri sýningunum í Havnar Bio, og sýningarnar eru [...] flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Edinburg í kvøld. Við sær hevur skotin filmin "The Islands and the Whales", sum operatørurin í Havnar Bio nú ger kláran at vísa í morgin, týsdagin og aftur mikudagin, bæði [...] bæði kvøldini klokkan 19.30. Tað sigur Filmsfelagið í tíðindaskrivi fyri løtu síðan. Lagt verður aftrat, at Mike Day júst hevur víst filmin í Kýpros, har filmsstevnan - Lemesos International Documentary
Runavíkingar eru framvegis væl við í kappingini um europiskan fótbólt í 2015. Tað hevur gingið nakað striltið at fáa stig móti teimum ovaru liðunum, men tá spælt verður móti teimum trimum niðastu, tykist [...] helst ivi at vera. AB hevur tvær ferðir í ár fingið av at vita frá NSÍ, og setningurin hjá teimum verður hesaferð at tetta verjupartin, sum hevur likið illa móti júst NSÍ. Møguleikin fyri niðurflyting tykist [...] Jann Martin Mortensen leikbann. Sorin Anghel og Jobin Drangastein eru báðir ivasamir hjá AB. Dysturin í Runavík byrjar klokkan 15, og har verður Rúni Gaardbo dómari.
Tann seinasta Ghetto Føroyar sendingin er nú í luftini. Í dag tosa útisetarnir millum annað um hvat hevur týdning fyri at varðveita tann føroyska samleikan, meðan tey eru útisetar. Eisini verður livetónleikur [...] samrøðu við Pál Joensen, við Páll Oddur Rubeksen, sum júst er fluttur heim til Føroya og við Hans Olsen, sum skal standa á odda fyri Norðuratlantsbryggju í framtíðini.
plattar, sigur Gunnar Mohr, stjóri í PM Heilsølu, sum umboðar íslendska Skyr í Føroyum. Eisini íslendski sølustjórin og útflutningsleiðarin, sum júst hava vitjað í Føroyum, eru ovfarnir av stóra áhuganum [...] Sølan av íslendska Skyr í Føroyum er eksploderað seinastu vikurnar. - Vit plagdu at fáa ein platt av Skyr sendandi úr Íslandi hvørja viku, men innan eini tríggjar vikur eru vit komin upp á heili 23 plattar [...] aftan fyri Skyr, og hvørjar framtíðarætlanir íslendingar hava við vælumtóktu vøruni. Innslagið var í Rás2 Seinnaparti mánadagin.
undir at telja. Í løtuni verður talt í Vági og greitt er, at 824 hava verið á vali. 1001 hava valrætt. Spenningur er altíð, tá ein borgarstjóri ikki stillar upp aftur, og hetta er júst støðan í Vági. Kirstin [...] spenningur um, hvør kann seta seg í borgarstjórasessin og sjálvsagt eru nógvar atkvøður leysar, tá ein atkvøðuslúkur velur at taka seg burtur úr. Og onki at ivast í, at í Vági er spenningur um hesi viðurskifti
Uppteljingin í Florida í nátt er ikki fyri fólk við ringum nervum. Beint eftir at valhølini vóru latin aftur, søgdu tær fyrstu metingarnar, at Barack Obama fór at fáa 51 prosent av atkvøðunum og Mitt Romney [...] Romney 49 prosent. Men tá fólk høvdu talt eina løtu, komu boð um, at tað stóð á jøvnum við 50 prosentum í part, og so vaks spenningurin. Fyrst frættist, at Obama var frammanfyri við 1.000 atkvøðum, so vistu [...] og fyri einum lítlum hálvum tíma síðani segði CNN, at nú var Obama frammanfyri við 13.000 atkvøðum. Júst nú frættist úr Florida, at tá 86 prosent av atkvøðunum vóru taldar, stóð á jøvnum við 50 prosentum
fór at megna í hvussu so er remis og harvið at tryggja føroyingunum tepran sigur. Tað eydnaðist ikki. Jóan Hendrik tapti, og harvið varð samlaða úrslitið 2-2. Føroyar skulu í tíggjunda umfari í morgin telva [...] Tað eydnaðist ikki føroyska landsliðnum í talvi at vinna triðja dagin á rað. Talvlandsdysturin ímóti Guatemala er júst liðugur, og hann endaði remis 2-2. Helgi Dam Ziska legði Føroyar á sigurskós, tá ið [...] telva ímóti deyvu telvarunum í International Committee of Silent Chess (ICSC), sum hava fingið 18 stig, meðan Føroyar hava 20.