Skyr mani í Føroyum

Føroyingar eta Skyr sum ongantíð áður

Sølan av íslendska Skyr í Føroyum er eksploderað seinastu vikurnar.

 

- Vit plagdu at fáa ein platt av Skyr sendandi úr Íslandi hvørja viku, men innan eini tríggjar vikur eru vit komin upp á heili 23 plattar, sigur Gunnar Mohr, stjóri í PM Heilsølu, sum umboðar íslendska Skyr í Føroyum.

 

Eisini íslendski sølustjórin og útflutningsleiðarin, sum júst hava vitjað í Føroyum, eru ovfarnir av stóra áhuganum fyri mjólarúrdráttinum.

 

- Tú kanst kalla tað eina veruliga Skyr mani, so stórur er áhugin hjá føroyingum fyri Skyr, siga teir.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr íslendsku Skyr umboðini millum annað greiða frá søguni aftan fyri Skyr, og hvørjar framtíðarætlanir íslendingar hava við vælumtóktu vøruni. Innslagið var í Rás2 Seinnaparti mánadagin.