Seinasta Ghetto Føroyar sendingin í luftini

Tann seinasta Ghetto Føroyar sendingin er nú í luftini.

 

Í dag tosa útisetarnir millum annað um hvat hevur týdning fyri at varðveita tann føroyska samleikan, meðan tey eru útisetar.

 

Eisini verður livetónleikur og prát við fleiri útisetar, umframt vanligu táttirnar klumman, miðlasøgan og so framvegis.

 

Rás2 hevur seinastu mánaðirnar sent beinleiðis útvarp úr Keypmannahavn, har útisetar umvegis Ghetto Føroyar hava sagt sína hugsan um føroysk viðurskifti.

 

Fram til klokkan 17.00 ber til at hoyra seinstu útgávuna av Ghetto Føroyar, og umframt livandi tónleik og annað, ber eisini til at hoyra eina samrøðu við Pál Joensen, við Páll Oddur Rubeksen, sum júst er fluttur heim til Føroya og við Hans Olsen, sum skal standa á odda fyri Norðuratlantsbryggju í framtíðini.