Gott veður og lag í Syðrugøtu

Lagið er gott og veðrið skikkar sær heilt væl, nú fyrsti dagurin á G! er hálvrunnin.

Nógv fólk eru longu komin, og bygdin byrjar eisini so smátt at fyllast, nú tað legst aftrat við fólkum í heilum.


Fleiri framførslur hava eisini longu verið á skránni, harímillum Guðrið Hansdóttir, ið júst spældi síðstu tónarnar á sandinum, og um eina løtu fer fyrsta útlendska navnið, James Woon, á pall á sandinum.


Umframt James Woon fáa gestirnir møguleikan at hoyra fleiri aðrar bólkar. Barren Earth og Sakaris hava hvør sína framførslu á Spæliplássinum, meðan Høgni Lisberg, ið fleiri festivalgestir gleða seg til, fer á pall á Sandinum klokkan tíggju minuttir í midnátt.


Á midnátt vaknar Grundin til lívs, tá You Dig! Skal undirhalda fjøldina. Í fjósinum verður eisini diska, men helst til ein sindur øðrvísi aldursbólk, tá Áðrenn Elvis fer at framføra klokkan ellivu.