NSÍ í kapprenning

Higartil hevur gingist væl, tá NSÍ hevur spælt móti niðaru liðunum

 

 

Runavíkingar eru framvegis væl við í kappingini um europiskan fótbólt í 2015. Tað hevur gingið nakað striltið at fáa stig móti teimum ovaru liðunum, men tá spælt verður móti teimum trimum niðastu, tykist eingin sum helst ivi at vera.

 

AB hevur tvær ferðir í ár fingið av at vita frá NSÍ, og setningurin hjá teimum verður hesaferð at tetta verjupartin, sum hevur likið illa móti júst NSÍ. Møguleikin fyri niðurflyting tykist ikki longur vera eitt tema á Argjum, og spurningurin er nú einamest, hvussu væl teir megna at klintra upp eftir stigatalvuni.

 

Hjá NSÍ hava bæði Poul Jóhannus Justinussen og Jann Martin Mortensen leikbann. Sorin Anghel og Jobin Drangastein eru báðir ivasamir hjá AB.

 

Dysturin í Runavík byrjar klokkan 15, og har verður Rúni Gaardbo dómari.