Sera spennandi í Florida

Uppteljingin í Florida í nátt er ikki fyri fólk við ringum nervum. Beint eftir at valhølini vóru latin aftur, søgdu tær fyrstu metingarnar, at Barack Obama fór at fáa 51 prosent av atkvøðunum og Mitt Romney 49 prosent.

Men tá fólk høvdu talt eina løtu, komu boð um, at tað stóð á jøvnum við 50 prosentum í part, og so vaks spenningurin. Fyrst frættist, at Obama var frammanfyri við 1.000 atkvøðum, so vistu sjónvarpsrásirnar at siga, at Romney var góðar 300 og seinni 1.100 atkvøður frammanfyri, og fyri einum lítlum hálvum tíma síðani segði CNN, at nú var Obama frammanfyri við 13.000 atkvøðum.

Júst nú frættist úr Florida, at tá 86 prosent av atkvøðunum vóru taldar, stóð á jøvnum við 50 prosentum til hvønn.