Skotin, Mike Day, er lendur við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Edinburg í kvøld.
Við sær hevur skotin filmin "The Islands and the Whales", sum operatørurin í Havnar Bio nú ger kláran at vísa í morgin, týsdagin og aftur mikudagin, bæði kvøldini klokkan 19.30.
Tað sigur Filmsfelagið í tíðindaskrivi fyri løtu síðan. Lagt verður aftrat, at Mike Day júst hevur víst filmin í Kýpros, har filmsstevnan - Lemesos International Documentary Festival - hevur verið.
- Hetta er fyrstu ferð, at nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotanum verður sýndur í Føroyum. Fyrsta sýning var í Kanada. Síðan hevur filmurin verið sýndur í USA og Skotlandi.
Tað er Filmsfelagið, ið skipar fyri sýningunum í Havnar Bio, og sýningarnar eru almennar. Eftir sýningina verður høvi at seta leikstjóranum spurningar um filmin.