av hassji og 7.890 krónur, sum løgreglan fann í bústaðinum hjá manninum. Harumframt skulu ymsir lutir, sum nýttir verða at njóta og selja hassj við, konfiskerast. Málið var eitt ájáttanarmál, og tað vil [...] rættinum, at hann hevði keypt átta kilo av hassji, og av teimum hevði hann selt sjey kilo víðari. Sambært honum sjálvum var eitt hálvt kilo til egið brúk, og løgreglan fann eitt hálvt kilo í bústaðinum hjá [...] flestu ákærunum, og at dómarin síðani skuldi áseta eina revsing eftir frágreiðingini hjá ákærda. Leyslatin Í ákæruritinum varð hildið uppá, at maðurin hevði keypt hassjið frá sama manni og latið hesum ein
politikkin burtur frá naggatódnini um loysing og um at kvetta – og tað fær kanska politisku flokkarnar at nærkast um eina felagsstøðu, sum hevði gangað Føroyum og helst eisini øllum ríkinum. Í einum Evropa [...] Evropa, sum trekkir seg alsamt meira saman í Nato og í ES – og við stóru hóttanunum úr Russlandi og Kina, so verður tann spurningurin helst eisini aktuellur í Føroyum um ikki so drúgva tíð, um vit eisini skulu [...] ein felagsskap, har tað eru trý lond, trý fólk, tríggjar tjóðir og trý mál. Vit skulu ikki so nógv ár aftur, tá kjakast var um, hvørt Føroyar var ein tjóð ella ein landslutur. Men tað tykiskt, sum um dansir
síðu av Skálafirði; eins og gjørt er við Funningsfjørð. Mótmæla á fleiri støðum Undir innsavningini í bygdunum báðum fingu øll, úr fermingaraldri og eldri, høvi at mótmæla, og sagt verður, at øll ið vóru [...] Funningsfirði og Skálafirði, og fyribils bendir onki á, at tey ætla sær at gevast á hondum? Mótmælið úr Skálafirði Mótmælisskriv ímóti útbyggingini hjá SEV í Eysturoy Bygdarfólkið í Skálafirði fer hervið at [...] vatnið úr Vesturdalsá við tí fylgju, at Fjarðará kemur at liggja turr. Fyri bygdina er Fjarðará »okkara«, og meta vit tað vera eina skemdargerð ímóti bygdini og fólkinum, sum her býr, um SEV sleppur at taka
okkurt útlendskt felag, sum fer at taka sær av loftflutninginum í sambandi við boringina. Eisini er ógreitt í hvønn mun fyritøka her á landi fer at standa fyri at lata matvørur og annað í hesum sambandi. Tá [...] sær, at alt er, sum tað skal har umborð, soleiðis at skipið lýkur føroyskar og altjóða reglur, tá tað kemur í føroyskan sjógv og skal seta borin í. Boristaðið hjá Agip er stutt frá markinum. Prospektið borað [...] Bedford Dolphin setti herfyri kósina móti Føroyum. Tað hevur arbeitt í Brasilia og kom herfyri til Las Palmas. Haðani fer tað so í næstum við kós móti føroyska landgrunninum at bora ein brunn fyri Agip
føroyskar skúlar og norska undirvísingarstovnin. Undir vitjanini hava tey fýra fólkini frá skúlanum í Stavangar vitjað á Sjómansskúlanummí Havn, á Tekniska skúlanum í Havn og í Klaksvík og á Maskinmeista [...] at útlit eru fyri at finna olju við Føroyar er gott, at tit sjálvir eru úti um tykkum og eitt nú útbúgva tykkara fólk, soleiðis at tit sjálvir kunnu stýra menningini og harvið ikki lata útlendingar í alt [...] Talan er um lærarar frá teknisku skúlunum í Havn og Klaksvík, sjómansskúlanum í Havn og Maskinmeistaraskúlanum. -Vit vóna, at hetta kann útvikla seg víðari og fyri at undirstrika týdningin vit leggja í hetta
Mentanarhúsinum og í Løkshøll í Runavík. Og á festivalfrontinum ganga landnyrðings Føroyar eisini undan við G! í Gøtu og Summarfestivalinum í Klaksvík. Øll liðini í okkara ketu eru sterk, og samanlagt røkka [...] forrestin! Og Jóhan eigur føroyameistararnar, og hann kennir alt til samstarv og samanlegging í mun til fótbólt. “So tað er sikkurt eitt fínt stað at byrja”, hugsaði eg. Men so kom eg í tankar um ÍF, og so var [...] við borgarstjórunum í Runavíkar-, Fuglafjarðar- og Eysturkommunu. Hvør í sínum lag hugleiddu borgarstjórarnir um, hvussu landnyrðings Føroyar kunnu møtast og byggja brýr. Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá
Kap Horn fleiri ferðir og hála vatn í Falklandsoyggjunum. Annars vita vit enn lítið um Bjørn hesi árini, áðrenn hann kom til Føroyar. Bjørn kemur til Føroyar Bjørn kom til Føroyar í 1891, 32 ára gamal. [...] saman í millum tey bæði, og Bjørn fór ikki víðari til Íslands. Hann var verandi í Føroyum, og tey bæði giftust og búsettust í Bringsnagøtu. Vit vita enn onki um, hvar Bjørn var og hvat hann gjørdi í Føroyum [...] fátækrahjálp. Tann 29. mai 1899 komu skjølini tó, og Bjørn og Johanne vóru gift heima longu dagin eftir. Forlovarar vóru Jens Guttesen, hálvbróðir Johanne, og Joen Pauli Poulsen, vanliga kallaður Jóan Pauli
at siga, og so eru vit aftur í tjóðveldissjangrinum um, at Føroyar ikki eru meira enn eitt amt, um loysingin ikki gerst veruleiki. Løgið, at 50 ár kunnu ganga uttan at Tjóðveldisflokkurin kemur víðari. [...] Harmiligt er bert, at tjóðveldismenn ikki tora at loysa við 4 ára skiftistíð og nú ganga og uppfinna trupulleikar til at øsa Føroya fólk. Trupulleikin er tann, at samgongan letst at hugsa við hjartanum [...] roynir at fyrigykla sær og ikki minst føroyska veljarnum, at trupulleikin ikki er um búskaparligar fortreytir. Tjóðveldisflokkurin hevur altíð sagt, at einki ber til millum amt og loysing. Teir hava altíð
stigvís avtaka tiltøkini ímóti korona – og vit skulu byrja við teimum tiltøkum, sum skerja okkara frælsi mest, og sum kosta okkum mest. – Og tað er her landsstýrið og farsóttarnevndin er farin skeiv, heldur [...] koronu-økinum í hesum døgum, og tað fer at gera tað munandi lættari at handfara korona. – Koppsetingin fer allarhelst at verða góðkend til børn niður í fimm ár rættuliga skjótt. Og so fáa tey eisini ein møguleika [...] fyrsta september varð kravið avtikið um at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast. Tað var Pál Weihe, lækni, og ráðgevari í koronu, ímóti og síðani hevur hann eisini endurtikið, at tað kravið átti at verið
tíðina. Og sjálvt nú, tey eru ávegis til Sri Lanka kemur peningur inn. So seint sum mikukvøldið, í øllum vindinum og heglinginum sum tá var, kom eina kona við einum brævbjálva við peningi í, og gav hann [...] ættað av Sri Lanka, og er gift við føroyingi. Av hesi orsøk fer allur peningurin beinleiðis til tey neyðstøddu á hesi oynni, sum eisini varð harðliga rakt av flóðalduni. Stella og maðurin, Petur, saman [...] úr London í gjárkvøldi, og skulu eftir ætlan lenda á Sri Lanka kl. 17 í dag. Tey koma aftur til Føroyar um tvær vikur. -Eg eri sera takksom fyri allan stuðulin úr Føroyum. Hann fer at koma sera væl við hjá