Maðurin viðgekk í rættinum, at hann hevði keypt átta kilo av hassji, og av teimum hevði hann selt sjey kilo víðari. Sambært honum sjálvum var eitt hálvt kilo til egið brúk, og løgreglan fann eitt hálvt kilo í bústaðinum hjá manninum.
Dómarin gjørdi av, at hald skal leggjast á 167.000 krónur, sum er vinningur av søluni. Ákæruvaldið kravdi upprunaliga 460.000 krónur, men dómarin minkaði hesa upphædd eftir frágreiðingina hjá ákærda manninum. Ákæruvaldið vildi eisini vera við, at maðurin hevði havt tíggju kilo um hendi og ikki átta.
Maðurin varð dømdur eftir lógini um euforiserandi evni, tí nøgdin var minni enn tíggju kilo. Um nøgdin var meira hevði revsilógin verið nýtt, tí talan er um tyngjandi umstøður.
Hald skal eisini leggjast á 482 gramm av hassji og 7.890 krónur, sum løgreglan fann í bústaðinum hjá manninum. Harumframt skulu ymsir lutir, sum nýttir verða at njóta og selja hassj við, konfiskerast.
Málið var eitt ájáttanarmál, og tað vil siga, at maðurin játtaði seg sekan í teimum flestu ákærunum, og at dómarin síðani skuldi áseta eina revsing eftir frágreiðingini hjá ákærda.
Leyslatin
Í ákæruritinum varð hildið uppá, at maðurin hevði keypt hassjið frá sama manni og latið hesum ein part av vinninginum. Rættarmálið var fyri afturlatnum hurðum við atliti til kanningar í øðrum líknandi málum, og tí ber ikki til at fáa innlit í smálutirnar.
Ákærin kravdi, at maðurin verður varðhaldsfongslaður, til hann skal sita dómin, men dómarin metti, at tann dømdi kundi latast leysur. Hesa avgerð kærdi ákærin til Landsrættin, sum skal taka støðu, áðrenn maðurin verður leyslatin.
Revsikarmurin fyri slík lógarbrot er nógv strangari í Føroyum enn í Danmark. Orsøkin til hetta er, at vinningurin av rúsevnasølu er nógv hægri her enn í Danmark, og tí at Føroyar er eitt lítið samfelag, har slíkt virksemi fær álvarsamari avleiðingar.
Tann 33 ára gamli maðurin er tann fyrsti, sum verður dømdur, í tí stóra narkotikamálinum, sum gjørdist kent tann 16. januar, tá løgreglan tók níggju menn í Føroyum eftir umfatandi húsarannsóknir.
Enn er ikki greitt, hvar maðurin fer at sita dómin.
Ein 29 ára gamal maður, sum eisini varð tikin 16. januar, kemur væntandi fyri rættin hósdagin.