ODDAGREIN: Tjóð, men ikki sjálvstøðug tjóð

Føroyar eru ein tjóð, men ikki ein sjálvstøðug tjóð. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi, har Danmark eitt nú hevur uttanlandamál og hernaðarmál um hendi. Vit kunnu gerast sjálvstøðug í morgin, um tað skal vera.

 

Harmiligt er bert, at tjóðveldismenn ikki tora at loysa við 4 ára skiftistíð og nú ganga og uppfinna trupulleikar til at øsa Føroya fólk. Trupulleikin er tann, at samgongan letst at hugsa við hjartanum, men tá ið á stendur, so eru tað fíggjarligu fortreytirnar, ið viga tyngri. Tað er hóast alt ikki so stórur munur á politisku flokkunum í Føroyum, men Tjóðveldisflokkurin roynir at fyrigykla sær og ikki minst føroyska veljarnum, at trupulleikin ikki er um búskaparligar fortreytir.


Tjóðveldisflokkurin hevur altíð sagt, at einki ber til millum amt og loysing. Teir hava altíð arbeitt út frá tí, at heimastýrislógin var ein skipan, sum ikki bar til. Spyr formannin í Tjóðveldisflokkinum, hvør hevur ognarrættin til undirgrundina. Hann hevur longu, ikki sørt ódámligt og ábyrgdarleyst, sáað iva um hetta alment. Spyr formannin í Tjóðveldisflokkinum, um nakað er, sum eitur ósjálvstøðug tjóð. Tjóðveldisflokkurin vil til eina og hvørja tíð siga, at einki eitur ósjálvstøðug tjóð, hóast vit hava verið ein tjóð, men ikki ein sjálvstøðug tjóð nú í meira enn 50 ár.

Heimastýrislógin er ikki longur nøktandi, tað eru fólk flest á einum máli um. Harmiligt er bara, at samgongan brúkar so nógvar kreftir uppá at undirminera tey rættindi, vit føroyingar gjøgnum siðvenju hava vunnið okkum gjøgnum 50 ár. Enn meira harmiligt er, at Fólkaflokkurin ? ella rættari sagt løgmaður ? letur seg draga við, soleiðis, at áðrenn vit vita av, so hava vit havt eina fólkaatkvøðu um at vit føroyingar eru ein tjóð. Eingin fer at siga nei til eina slíka sjálvfylgiligheit, og so fara tjóðveldismenn at pástanda, at føroyingar hava atkvøtt fyri loysingini, tí einki sambært teirra teoriappariti loyvir einari ósjálvstøðugari tjóð. Hetta fáa teir onkran sokallaðan óheftan serfrøðing at siga, og so eru vit aftur í tjóðveldissjangrinum um, at Føroyar ikki eru meira enn eitt amt, um loysingin ikki gerst veruleiki. Løgið, at 50 ár kunnu ganga uttan at Tjóðveldisflokkurin kemur víðari. Sjálvsagt ber tað til at gera eina skipan innan ríkisfelagsskapin, ið ikki sum samgonguuppskotið byggir uppá kravmentalitet og ósmædni. Hinvegin sleppa vit sjálvsagt at loysa beinanvegin, um vit vilja, men evsta vald verður, sum rímiligt er, ikki fyri annans gjald.


Sosialurin