»Vit eru partur av eini størri heild«

Heili fýra borgarstjórar hildu røðu, tá ið mentanardagarnir vórðu settir í Fuglafirði í gjár.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt setanarrøðu í Fuglafirði í gjár saman við borgarstjórunum í Runavíkar-, Fuglafjarðar- og Eysturkommunu.

 

Hvør í sínum lag hugleiddu borgarstjórarnir um, hvussu landnyrðings Føroyar kunnu møtast og byggja brýr. Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra.

 

»Góðan dag, øll somul

 

Eg má leggja fyri við at boyggja meg í støvið og viðurkenna, at eg ongantíð havi hildið røðu í so mætum selskapi fyrr.

 

Sum borgarstjóri fær man ofta høvuðsleiklutin á talarastólinum, men nú kenni eg meg lutfalsliga lítlan, tí eg standi á palli saman við trimum navnframum borgarstjórum.

 

Hetta er ein rættiliga stuttligur og kreativur máti at seta mentanardagarnar, og tað eiga tit fyriskiparar stórt rós fyri.

 

Men tit fuglfirðingar eru jú fyrimyndarligir, tá tað kemur til at seta ein kreativan dám á tingini.

 

So tað kemur ikki óvart á.

 

***

 

“Røðan skal snúgva seg um samstarv í mentanarligum optikki”, havi eg fingið boð um.

 

So eg fór at hugsa. Hvat kann eg siga um mentan og hinar kommunurnar?

 

Fór fyrst at hugsa um fótbólt. Torbjørn eigur steypavinnararnar – til lukku við tí, forrestin!

 

Og Jóhan eigur føroyameistararnar, og hann kennir alt til samstarv og samanlegging í mun til fótbólt.

 

“So tað er sikkurt eitt fínt stað at byrja”, hugsaði eg.

 

Men so kom eg í tankar um ÍF, og so var fótbóltur knappliga ikki so gott evni at taka upp allíkavæl, tí øll vinna jú á ÍF fyri tíðina.

 

Ella ja, øll uttan HB. Og tað er faktiskt tað allar vigtigasta!

 

***

 

Nei, skemt til viks.

 

Eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu eri boðin at taka lut í hesum saman við Tobba úr Runavíkar kommunu, Jóhan úr Eysturkommunu og sjálvandi eisini Sonna, sum hevur heimavøll, so at siga.

 

***

 

Klaksvíkingar hava altíð borið orð fyri at vera so øgiliga lokalir. Kanska enntá meira lokalir, enn hvat gott er.

 

Men í veruleikanum vita vit fullvæl, at eisini vit eru partur av eini størri heild.

 

Og faktiskt hava vit longu fleiri góð dømi um, hvussu bygdir og býir í landnyrðings Føroyum spæla saman á fleiri ymiskum vallum.

 

Vit brúka leikarar hjá hvørjum øðrum hvønn dag.

 

Til dømis kann eg gjøgnum vindeygað á skrivstovuni hjá mær síggja ein nýggjan miðbý taka skap.

 

Bátabrúgvar, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, har maritimi mentanararvurin vónandi fer at blóma í nærmastu framtíð.

 

Biskupstorg, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, har íbúðir, torg og handilslív fær sentralan leiklut í býarlívinum.

 

Og aftan fyri torgið síggi eg posthúsið, sum framyvir verður bygt út og um til mentanarhús, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað.

 

So faktiskt er ein stórur partur av nýggja miðbýnum í Klaksvík myndaður av arkitekturi úr Syðrugøtu.

 

***

 

Vinnulívið er ein góð fyrimynd, tá vit skulu hugleiða um, hvussu vit kunnu knýta sambond og samstarv tvørturum kommunumørk.

 

Bakkafrost, sum hevur høvuðssæti í Runavíkar kommunu byggir í løtuni nýggja smoltstøð í okkara kommunu.

 

Skip úr Klaksvík og hjá Varðanum í Gøtu landa javnan í Fuglafirði, og á kaiini í Fuglafirði liggur Havsbrún, sum aftur er partur av Bakkafrost samtakinum.

 

Vinnan hevur langt síðan knýtt økini í landnyrðings Føroyum saman í eina ketu, har hvør liður er við til at skapa virði, størv og trivnað.

 

Sum tey flestu vita, so er ongin keta sterkari enn veikasta liðið, og við hesum í geyma mugu og skulu vit virka fyri einum sterkum samstarvi, har allir partar av landnyrðings Føroyum kenna seg virdar og hoyrdar.

 

Í mínari verð eiga vit til dømis at stremba eftir einum uppaftur størri samstarvi á havnaøkinum.

 

Tilsamans eiga vit rættiliga nógvar kilometrar av kajkanti, sum við skipaðum samstarvi kann skapa eitt ómetaliga stórt meirvirði innan fisk, olju og ferðavinnu.

 

***

 

Ketan millum kommunurnar er eisini eyðsæð á øðrum økjum.

 

Hvønn morgun ferðast næmingar um kommunumørk fyri at nema sær útbúgving, og vit síggja eisini gott samstarv millum skúlarnar.

 

Í sjónleikara-høpi hava klaksvíkingar havt stóra gleði av at pallseta sjónleik bæði her í Mentanarhúsinum og í Løkshøll í Runavík.

 

Og á festivalfrontinum ganga landnyrðings Føroyar eisini undan við G! í Gøtu og Summarfestivalinum í Klaksvík.

 

Øll liðini í okkara ketu eru sterk, og samanlagt røkka vit ómetaliga langt á øllum parametrum.

 

Tí eri eg spentur til eina framtíð, har vit í uppaftur størri mun styrkja okkara samband og felags samleika.

 

Takk fyri."