SÍÐST í hesi vikuni fáa vit at vita, hvat útlendskir ummælarar halda um filmin Barbara. VIT hava annars sæð og hoyrt tey fyrstu føroysku ummælini av filminum, sum varð vístur í Havnar Bio og í Norðurl [...] ahúsinum sunnudagin. Hesi ummæli hava verið ymisk, tó at tey í høvuðsheitum eru positiv. FÓLK, sum Sosialurin tosaði við eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, vóru sum heild sera væl nøgd við filmin, hóast [...] hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann filmurin gera, at fleiri danir fara at vísa Føroyum og føroyingum størri ans, og harvið koma at skilja betur støðuna hjá fólkinum, sum býr úti í Norðuratlantshavi
vitað, at Sosialurin í 1997 kundi lesast í øllum heimsins londum. Men tað er kortini veruleikin. Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið varð undir off-sett tøknina í sjeytiárunum [...] Meðan lesarin heima í Føroyum í dag situr við hesum blað framman fyri sær, so kann onkur føroyingur í Kina, í Singapore ella í Argentina fyri fleiri tímum síðani hava lisið blaðið, tí í somu løtu, blaðið [...] heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð, sum tá var nýtímans, men sum í dag fyri tann teldukøna
nakað og sum saman skapa eina sterka eind. Í MONG ÁR hevur tað verið nær við, men nú eydnaðist tað umsíðir. B36 hevur verið á oyðimarkarferð í 35 ár, síðini teir í 1962 vunnu FM-heitið. Hví gongdin hevur [...] luttaka við nógvum liðum í landskappingini og ungdómsarbeiðið er sera gott. Felagið er av sonnum eitt av teimum stóru í landinum nú, og tað er væl og virðiliga verdugt einum FM-heitið í 1. deild, tillukku, [...] KAPPINGIN í ár hevur verið merkt av sterka B36-liðnum, sum er farin frá einum sigri til annan. Teir hava spælt góðan og positivan fótbólt og higartil hava teir bert einaferð tapt. Tað er eingin tilvild
oljufeløg um at gera íløgur í leiting og útbygging og síðani leggja somu feløgum forðingar í vegin við ikki at vilja slaka í eini samráðing við føroyingar. SOLEIÐIS sum Sosialurin heldur seg kunna skilja støðuna [...] HÓSDAGIN í næstu viku verða samráðingar í London um ásetan av undirgrundarmarki millum Føroyar og Bretland. Nú hesar samráðingar hava gingið gjøgnum so nógv ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr [...] at tey sleppa at arbeiða í bæði tí Hvíta økinum og somuleiðis teimum umstríddu pørtunum av føroyska landgrunninum. Men tað sleppa tey ikki, soleingi marknatrætan stendur við. Í veruleikanum merkir henda
vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í Fiskasøluni í mong ár var hann [...] hann eisini nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, so hann var ein av teimum týðandi í samfelagnum í sjeyti- og áttatiárunum. SOSIALURIN spyr Birgir Danielsen um tað ikki hevði borið til at stýrt búskapinum [...] umheimin. BANKARNIR søgdu í áttatiárunum, at vit høvdu ikki brúk fyri einum landsbanka, og tískil floymdu uttanlandslánini inn yvir okkum. Nógv av teimum vóru forhondslán, sum vórðu sett í føroysku bankarnar
markinum. HÓAST tað helst verða gjørdar einstakar broytingar í uppskotinum, so er útlit fyri, at oljulógin verður samtykt fyrst í januar. Í kjalarvørrinum á lógini skal so gerast klárt til 1. útbjóðing [...] oljuvinnu, so hevur júst henda træta í løtuni rættiliga óhepnar avleiðingar fyri eina komandi útbjóðing. Í ringasta føri kann hon hava við sær, at ein útbjóðing verður útsett í óvissa tíð. Enn er tó politikkurin [...] bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland. Aftrat hesum kemur vitjan Nyrups í Føroyum, samtykkjan av oljulóggávu, 1. útbjóðing á føroyskum øki, H
ein slík avgerð kundi fáa! Tá vit hugsa um, hvussu stórt innlit og vitan formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevur í oljumál, er tað ringt at skilja, hví hann bráddliga skal verða tikin frá síni uppgávu [...] at hann bara skal vera í samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað [...] tað vera so, at løgmaður í veruleikanum eisini hevur ynskt at fáa Árna Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar ivi um, at
BLAÐIÐ tit hava í hondini í dag er ein óvanligur Sosialur. Lýsingar frá SMS og øðrum lýsarum fylla stóran part av blaðnum. Avgjørt er at koyra blaðið í hvørt hús í landinum, nú vit hava gjørt ein faldara [...] verður í blaðnum komandi dagarnar. Men fyri tey, sum ikki eru von at síggja blaðið, hava vit á síðu 4 og 5 í blaðnum í dag ein stuttan samandrátt av tí, sum blaðið vanliga fevnir um. SOSIALURIN hevur verið [...] hevur - umframt at brúka høvið til at lata føroyingum í útlandinum einastandandi jólagávuna - í 1998 at kunna fylgja við í nærum øllum tí, sum hendir í Føroyum - um somu tíð, sum tað hendir. VIT skulu eisini
samfelag. Sosialurin tekur nú stigið inn í KT- og fjarskiftissamfelagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við hesum at geva okkara landsmonnum í fremmandum [...] Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til [...] nýggju møguleikarnir at kommunikera, at samskifta og fjarskifta við kundarnar. Sosialurin vónar, at lesarar og vinnulív taka væl í móti hesum nýggja tilboði. Eisini myndugleikarnir fáa við hesum heilt nýggjar
klárur at leggja á pannuna, koyra í grýtuna ella í mikrobylgjuovnin. Nógv hava andøvt ? m.a. teir fremstu innan vinnu, sølu og fígging ? men nú hava vit so fingið ein afturat í okkara part. Og tað fegnast vit [...] umsita ikki okkara fiskatilfeingi nóg væl. Í samrøðuni vísir hann á, at vit bera okkum skeivt at á fleiri mótum. FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna toskastovnin so skjótt tað aftur [...] 50 prosent av tí, útlendski brúkarin rinda fyri føroyskan fisk. GREIÐ tala, sum stendur meitlað í grót í andsøgn til tað, sum summir ? fiskimenn og politikarar ? hava ført fram, at fiskurin má fiskast