handilskvinnan, sum annars er ættað úr Klaksvík. Sum heimahoyrandi í hesi norðastu bygd okkara veit hon alt um trupulleikarnar, tá fólk skulu til handils. Langt er at fara til handils í Klaksvík, og so má ein haraftrat [...] hotell, matstova og ein kiosk, men her fæst ikki alt tað, sum krevst til eitt vanligt húsarhald. Men gongst sum ætlað fáa viðingar og onnur høvið at fara til handils aftur í bygdini um einar 2-3 mánaðir [...] kaffikrók í tí horninum, sum vendir oman ímóti kirkjuni. Her kunnu so bygdarfólk ella fremmandafólk fáa sær ein kaffimunn, meðan tey práta um dagsins viðurskifti, samstundis sum tey kunnu njóta vakra útsýnið
tí, at so sást búkurin ikki so væl, og hann var nokk heldur ikki tann einasti, sum var farin at tiva av at fylgja skrúðgonguni stutta strekkið niðan til KÍ-høllina. Jú, vit vóru nokk fleiri, sum áttu at [...] sparikasspallinum, sum var komin at standa við KÍ-høllina, vóru tað Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Eyðfinn Reyðberg, Sparikassastjóri, sum skuldu seta Ítróttarnáttina. Steinbjørn nýtti høvið at takka KÍ [...] skrúðgonguni, sum var á veg niðan á økið frammanfyri KÍ- høllini, har fyrsta Ítróttarnáttin í Føroyum skuldi setast. Men fólk vóru í góðum hýri og ílatin eftir eitt sindur av hvørjum, so eingin stakk halan
hevur fyri sjófuglin. Hinvegin er tað ein niðurstøða, at sum heild eru tað hvalur og kópur, sum eru størst vanda av sjódrekunu. Drekarnir eru so stórir og tungir, at kemur ein hvalur, ella ein kópur, fyri [...] Tað er niðurstøðan í eini árinskanning, sum Havstovan hevur gjørt eftir áheitan frá Sev. Talan er um eina royndarætlan har orkuverkini minna um luftdrekar, sum ferðast í eini áttatali í rákinum í Vest [...] i um summarið. Tað er ikki óhugsandi, at drekarnir kunnu raka eina brugdu, so at drekin og brugdan, fáa skaða. Tá ið høvið býðst eigar fleiri kanningar tískil at verða gjørdar av brugdu í Vestmannasundi
lítillátin, so er her kortini talan um eitt viskisfúsið virki sum fór í gongd, tá illa stóð til í Vági fyri skjótt 10 árum síðani. John Absalonsen varð eisini raktur av arbeiðsloysinum, sum tá rakti Suðuroynna [...] navninum á stjóranum, sum í veruleikanum eitur Jógvan Martin Absalonsen, men sum verður kallaður John. Líkt er til, at spanski keyparin er sera væl nøgdur við føroysku vøruna, sum eisini fær sera góð ummælir [...] hvørjum sítt. -Tað er mangan strævið, men enn hevur tað so gingið. Vit vóna sjálvandi, at vit kunnu halda fram eisini í framtíðini, sigur John. Teir selja sum nevnt alla framleiðslu sína til áðurnevndu handilsketu
alla tíðina góðskumeting, so hvørt sum filmar teirra verða fluttir í onnur tungumál. - Gamli managarin hjá mær hevði fyri langari tíð síðani nevnt meg fyri Disney fólkunum, og so ringdu tey loksins, tí nú [...] nýttu høvið at hoyra stjørnuna, ið ikki er so ofta at hoyra longur, í hvussu er ikki á heimligu leiðunum. - Nú veit eg, hví eg blívi hás, tá eg syngi, smáflennir Guðrun, og heldur fram: - Skjótt kann eg [...] minnist Guðrun. Guðrun býr framvegis í Danmark. Øll árini hevur hon tó havt tónleikin meira ella minni sum livibreyð og ítriv, umframt at hon arbeiðir á einum sjúkrahúsi. Saman við guitarleikaranum Hylle, hevur
tað er ikki so einfalt sum tað – ið hvussu so er ikki í politikki. Tað er ringt at fara frá nøkrum, sum tú ert komin so væl inn í, og sum samanumtikið hevur gingið so væl. Sum sagt, so er tað so gott og gevandi [...] roynt tað, so kennist tað so skjótt sum ein skylda at royna at gera allan tann mun, sum ein kann. – Og tann kenslan varð so styrkt av, at tað vóru so sera nógv, bæði í Javnaðarflokkinum, og fólk sum eg aldrin [...] mikla álitið, sum tit vístu mær og Javnaðarflokkinum aftur hesaferð – vit fingu ikki færri enn 4.764 atkvøður – so gekk ikki, sum vit høvdu væntað og vónað, ella sum úrslitið av valinum so greitt bendi
kalla bara lokalar atkvøður. Má vera skjótt Hergeir Nielsen heldur, at skal vallógin broytast, hevur tað týdning at fáa tað gjørt sum skjótast. - Fyri hvørt val, sum gongur, verður størri og størri partur [...] fyri einum valevni. Hetta er ein staðfesting hjá nevndini, sum varð sett í fjør at endurskoða vallógina. Tað var formansskapurin í Løgtinginum, sum setti nevndina at endurskoða vallógina. Hergeir Nielsen [...] føla als ikki sama trúfesti móti flokkum sum teir gjørdu fyrr. - Nú á døgum himprast politikarar ikki við at skifta flokk. Tað tykist fella teimum líka lætt sum tað er hjá einum fótbóltsspælara at skifta
metrum, sum eisini varð einmælt samtykt av býráðnum. Tá ið nú Gamlarætt var til umrøðu í býráðnum, so nýtti eg høvið at mæla býráðnumtil at heita á landsins myndugleikar um at varðveita Gomlurætt, sum hon [...] virksemið, sum er á Gomlurætt, har tað m.a. eru fleiri ferðavinnufeløg, sum brúka havnina regluliga. Eisini hevur Luna alivirksemi har til aliringarnar fram við Velbastaðlandi. Tað eru feløg, sum sigla við [...] ferðafólki; skjóttgangandi bátar og onnur skip, so sum Westward Ho, Norðlýsið, Rib62 o.o. Eisini bátar úr Hesti, Koltri og aðrastaðni frá brúka havnina. So samanumtikið er talan um fleiri arbeiðspláss. Verður
- Hann dugir sum fáur at savna okkum og allar træðrirnar í tí sjálvbodna arbeiðinum. Tað vísir seg at vera trupult at fáa fólk at standa fyri nøkrum í dag, men her hava vit so ein mann sum brennir fyri [...] sakini, siga tey. Eitt er so arbeiðið innanveggja í felagnum. Men sambært tey so hevur formaðurin eisini dugað sera væl at kunna vanliga fólkið um virksemið í Reyða Krossi. - So vóna vit bara, at tey taka [...] Reyði Krossur: "Suni er kendur sum ein ógvuliga engasjeraður formaður, sum hevur ment virksemið hjá felagsskapinum innan m.a. fyrstuhjálp og endurnýtslu". Soleiðis varð m.a. tikið til í grundgevingunum
sonurin Tórður nevniliga royndarfilmaður til leiklutin sum Bergur í norska filminum "Buzz Aldrin", sum skal takast upp í Føroyum í summar. Tórður var ikki so fjálturstungin, tá hann fór inn, heldur pápin. Men [...] leiklutunum í filminum, sum skulu mannast av føroyingum. Hartil hava eini 20 fólk teknað seg sum statistar í filminum. Tað er Eyð Matras, sjónleikari og hjálparfólk hjá norska leikstjóranum, sum hevur staðið fyri [...] upptøkurnar og byrja at velja út, sigur Eyð Matras, sum er sera væl nøgd við, at so nógv hava bjóðað seg fram. - Her eru bæði royndir sjónleikarar og onnur, sum als ongar royndir hava. Og hvør veit - kanska