Viðareiði: - Nei, eg havi ikki hugsað um nakað navn enn. Men handilin skal í øllum førum ikki eita “Handilin hjá Óluvu”!, sigur komandi handilskvinnan, sum annars er ættað úr Klaksvík.
Sum heimahoyrandi í hesi norðastu bygd okkara veit hon alt um trupulleikarnar, tá fólk skulu til handils.
Langt er at fara til handils í Klaksvík, og so má ein haraftrat hugsa um, at koyrast skal eftir tí smala og ótíðarhóskandi Viðareiðisvegnum og gjøgnum smølu tunlarnar á Borðoynni, - kanska bara fyri at keypa sær ein pakka av mjólk.
Hugskotið til handilin fekk hon ein dagin fyri skjótt 10 mánaðum síðani, og í løtuni byrjar ein handilsbygningur at taka skap á Viðareiði. Alt er innilokað og ein av fyrstu døgunum verða vindeyguni sett í.
- Jú, eg eri øgiliga spent eftir at byrja, sigur Óluva.
Ætlanin er eisini at gera umstøður, so at ferðafólk kunnu sita uttanfyri í góðveðrinum og njóta útsýnið yvir vøkru bygdina.
Ov langt at koyra
Tað var við sorg í sinni, at fólkið á Viðareiði kundi staðfesta, at einasti handilin í bygdini ætlaði at lata aftur.
Tíðindini um hetta høvdu gingið í eina tíð, og í november 2006 var so dagurin umsíðir komin, tá viðingar ikki sluppu til handils longur.
Teir noyddust nú at fara av bygdini um teir skuldu keypa sær eitthvørt til húsarhaldið. Og í flestu førum merkti hetta aftur, at tey máttu koyra allan vegin til Klaksvíkar.
- Eg skilti tá, og hoyri tað enn, at fólk hava longst eftir einum handli í bygdini. Tað er ov langt at koyra 16 kilometrar hvønn vegin til Klaksvíkar, bara tí ein manglar eitt smáting!, staðfestir Óluva.
Á Viðareiði er eitt hotell, matstova og ein kiosk, men her fæst ikki alt tað, sum krevst til eitt vanligt húsarhald.
Men gongst sum ætlað fáa viðingar og onnur høvið at fara til handils aftur í bygdini um einar 2-3 mánaðir.
Kaffikrók við útsýni
Óluva Frederiksen er í teirri hepnu støðuni, at hon er systir ein mann við góðum hugflogi – Niclas Hera í Klaksvík.
Tey hava tosað nógv saman, og hann hevur eisini verið arbeiðsgevari hennara, tá hon áður arbeiddi á bensinstøð í Klaksvík.
Í handlinum á Viðareiði fer tí at verða annað og meiri enn bert ein handil. Hetta skal eisini verða eitt sosialt stað – eitt stað, har fólk kunnu hittast til eitt hugnaligt prát.
Ætlanin er nevniliga at hava ein kaffikrók í tí horninum, sum vendir oman ímóti kirkjuni. Her kunnu so bygdarfólk ella fremmandafólk fáa sær ein kaffimunn, meðan tey práta um dagsins viðurskifti, samstundis sum tey kunnu njóta vakra útsýnið vestureftir.
- Vit mugu eisini taka hensyn til tann sosiala partin. Tað er ikki neyðugt hjá fólki at skunda sær avstað aftur, tá tey hava keypt tað sum tey skulu.
- Hetta veit eg alt um, tí eg havi mangan hoyrt fyri tað, at eg ikki kom til hús aftur, tá eg fór til handils!, sigur Óluva við einum brosi.
Opið út á kvøldið
Óluva hevur roynt ymisk arbeiði. Hon hevur millum annað verið dagrøktarmamma og hevur arbeitt hjá Shell í Klaksvík, eins og hon nú vaskar í skúlanum á Viðareiði.
Nú, hon letur handilin upp, ætlar hon sær sjálv at standa í handlinum ta fyrstu tíðina í øllum førum.
- Men sjálvandi má eg so líðandi fáa onkran at hjálpa mær, greiðir hon frá.
Ætlanin er at handilin, sum enn ikki hevur fingið sítt navn, skal hava opið frá fyrrapartinum og nakað út á kvøldið – kanska til 8 ella 9.
Hetta seinasta verður serliga til fyrimunar hjá teimum sum arbeiða í Klaksvík, og sum eftir loknan arbeiðsdag skulu gera døgurða til familjuna.
- Um tey brádliga mangla okkurt, er ov langt at fara allan vegin til Klaksvíkar at keypa. Tá kunnu tey bara koma til mín at keypa, sigur Óluva.
- Eg fari bara ein veg
Í gomlum døgum vóru fleiri handlar á Viðareiði, men tey seinnu árini var bara tann eini handilin – á Brúgvaskiftinum.
Tey, ið høvdu henda handilin avgjørdu at gevast við honum, ikki tí at hann ikki bar seg fíggjarliga. Tey ynsktu bara at gevast at handla, men sum skilst ynskti eingin at halda fram við hesi handilsvinnuni.
Fyri Óluvu og handilsætlanir hennara var tí greitt, at neyðugt varð at útvega sær annan bygning til handilin. Í hennara føri varð tað so til tað, at hon í løtuni er í ferð við at byggja sær ein handilsbygning nakað vestarlaga í bygdini.
Hon er fult greið um, at tað fer at krevja eitt sindur meiri á tí fíggjarligu síðuni, nú hon hevur bygt sær ein handilsbygning. Hóast hetta er kostnaðarmikið, so hevur hon tann fyrimunin at maðurin kann gera tað mesta av handverkaraarbeiðinum.
- Fólk hava sagt mær, at tað er grundarlag fyri einum handli her í bygdini, serliga um ætlanirnar um eitt røktarheim í bygdini gerast veruleiki.
- Men hinvegin, gongur tað ikki, so fari eg ikki longur enn á reyvina, sigur Óluva.
Tær dagligu vørurnar
Á Viðareiði búgva í dag um 350 fólk, og hetta talið hevur verið rættiliga støðugt tey seinastu árini.
Hesi fólkini verða grundarlagið undir handlinum, sum skjótt fer at lata upp. Tosað hevur eisini verið um at byggjast skal eitt røktarheim í bygdini.
Nýggi handilin verður fyrst og fremst eitt stað, har ein kann keypa tær dagligu vørurnar til húsarhaldið, men Óluva hevur eisini aðrar ætlanir.
Umframt hesar ætlar hon eisini at hava eina ávísa nøgd av gávulutum, neyðsynjarvørur, ymiskt til flettingina, naglar og kanska kaggar eisini.