Málið er at kunna skríggja

Guðrun Sólja Jacobsen syngur enn, hóast ikki hoyrist líka nógv til hennara, sum fyri eini 4 til 5 árum síðani. Hon hevur júst lagt rødd til eini 4 løg á donsku útgávuni av Disney DVD filminum um Klokkeblomst, og hon gongur á sangskeiði at læra at nýta røddina, og at læra til sanglærara. Umboð fyri skeiðið koma til Føroya í næstum, og viðmælir Guðrun skeiðið. Vit hava hitt sangfuglin av Tvøroyri, sum í 2003 sum ung genta tók danska ríkið á bóli, og vann kappingina um at gerast Stjerne For En Aften

Árið 2003 gjørdist á mangan hátt serstakt fyri føroyingar. Tveir føroyingar vunnu kappingina hjá Danmarks Radio, ið nevndist Stjerne For En Aften. Fyrst Guðrun Sólja Jacobsen, og á heysti sama ár vann hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen kappingina.

Men Guðrun var hin fyrra, og unga gentan av Tvøroyri, ið tá framvegia gekk í miðnámsskúla, kom í miðlamylluna, og slapp at royna seg í hørðu show-verðini.


Á toppinum

Hon byrjaði á toppinum, og vann stóran heiður, vinningin og fløgusáttmála.

Hon flutti til Danmarkar eftir lokið miðnámsskúlaprógv, og tónleikaleiðin fekk veingir. Fløgan kom tó at bíða við at koma út til 2005, og tá var longu kólna eitt sindur kring Guðruna.

- Árið 2004 var nokkso stilt, sigur Guðrun, tá vit hitta hana, nú hon hevur vitjað heima í jólafrítíðini.

Í 2005 vann Jacob Andersen, tá DR savnaði allar luttakararnar til Den Sidste Mission. Jacob og Guðrun sungu eitt sindur saman og vitjaðu t.d. í Føroyum.

Tá fløgan hjá Guðruni kom út í 2005, var hon sera nógv úti og sang, men sølutølini náddu ikki hæddirnar.

- Har var hurlivas við lýsingunum, og alt, ið varð lovað, varð ikki hildið, minnist Guðrun.

Guðrun býr framvegis í Danmark. Øll árini hevur hon tó havt tónleikin meira ella minni sum livibreyð og ítriv, umframt at hon arbeiðir á einum sjúkrahúsi. Saman við guitarleikaranum Hylle, hevur hon spælt, og á arbeiðsplássinum er hon komin í samband við ein trummuleikara, og við hansara harkaliðið hevur hon eisini verið úti og roynt seg.

- Í 2007 hevur verið heldur minni at gera. Men knappliga skal ein royna seg og berjast sjálvur, men soleiðis er, tá ein byrjar høgt uppi, viðgongur Guðrun.



Syngur fyri Disney

Men Guðrun hevur tó alla tíðina havt gongd í tónleikinum meira og minni. Í byrjanini sang hon saman við teim stóru, sum eittnú Stig Rossen. Her heima kenna vit hana frá samstarvinum við t.d. Stanley Samuelsen og Eivør og Lenu.

Og seinasta stóra viðurkenningin er, at hon syngur fleiri løg á nýggju donsku útgávuni av DVD filminum hjá Disney um Klokkeblomst. Og ikki ein og hvør fær slíkka uppgávu, og fólkini handan Disney hava alla tíðina góðskumeting, so hvørt sum filmar teirra verða fluttir í onnur tungumál.

- Gamli managarin hjá mær hevði fyri langari tíð síðani nevnt meg fyri Disney fólkunum, og so ringdu tey loksins, tí nú høvdu tey okkurt, ið hóskaði til mín, sigur Guðrun, ið tó viðgongur, at hetta var ein torfør uppgáva, og at vegleiðing og góðskumeting fór fram alla tíðina undir upptøkunum.


Ikki skerdur sangfuglur

Men sangfuglurin av Tvøroyri er á ongan hátt ein skerdur fuglur, ella ein skuffað kvinna.

Hon er glað fyri lívsleiðina, royndirnar, og í dag gongur hon á einum tónleikaskeiði, har hon av álvara lærir at nýta røddina, og har hon eftir trimum árum kann kalla seg sanglærara.

Og Guðrun viðmælir skeiði, nú umboð fyri skeiðið koma til Føroya at undirvísa í februar.

Talan er um Complete Vocal Institute, har kenda Cathrine Sadolin er ein av høvuðslærarunum.

Talan er um eitt ára skeið fyri sangarar, á seks samanhangandi tíðarskeið (semestre). Vil ein víðari til sanglærara, so verður farið fram á sama hátt, men tekur skeiðið tá 3 ár.

Umboð fyri skeiðið hava áður vitjað í Føroyum, og tóku fleiri av kendastu sangarunum í Føroyum tá lut.

- Cathrine Sadolin er ræddargranskari, og hevur m.a. samstarv við læknar um hvussu alt viðvíkjandi røddini virkar, hvussu alt hongur saman, og hvussu ein skilabest nýtir røddina, sigur Guðrun.

- Eg var eitt sindur bangin, um eg nú skuldi gloyma alt, ið eg hevði, og byrja av nýggjum. Men soleiðis er hetta als ikki, men heldur verður bygt á tað, ið hin einstaki hevur, og ein lærir rætta nýtslu av røddini, sigur Guðrun.

Luttakararnir eru úr fleiri londum, og hittast hesi til undirvísing í Keypmannahavn seks ferðir árliga.

Guðrun skal skjótt byrja at undirvísa næmingum, og hon er bæði spent og hevur nervar til hesa uppgávuna.

Upplýsingar um skeiðið finnast á netinum á www.completevocalinstitute.com, men annars ber eisini til at seta eg í samband við meg á myspace ella facebook, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.


Guðrun viðmælir skeiðið.

Millum jóla og nýggjárs hevði Guðrun eina sera vælvitjaða konsert á Seglloftinum á Tvøroyri, har tvørafólk, og suðuroyingar annars, nýttu høvið at hoyra stjørnuna, ið ikki er so ofta at hoyra longur, í hvussu er ikki á heimligu leiðunum.

- Nú veit eg, hví eg blívi hás, tá eg syngi, smáflennir Guðrun, og heldur fram:

- Skjótt kann eg syngja eina heila rockkonsert, uttan at gerastt hás, og málið er veruliga at kunna skríggja, sigur Guðrun Sólja Jacobsen, sum týsdagin fór aftur til Danmarkar, har vanliga tilveran við sjeiki, tónleiki, arbeiði og sangskeiði bíðar, og Guðrun stórtrívist í Danmark við einum gerandisdegi, har sangurin hevur sítt eyðsýnda pláss.