Tað fer ikki at hava nakra nevniverda ávirkan á djóralívið í Vestmannasundi, at Sev ætlar at leggja tvey orkuverk í Sundið á 55-60 metra dýpi.
Tað er niðurstøðan í eini árinskanning, sum Havstovan hevur gjørt eftir áheitan frá Sev.
Talan er um eina royndarætlan har orkuverkini minna um luftdrekar, sum ferðast í eini áttatali í rákinum í Vestmannasundi. Sjódrekarnir kunnu ferðast við eini ferð upp á 6-10 metrar um sekundið.
Tá ið sjódrekarnir gera streym, sveima teir á 20 og 40 metra dýpi og á tilsamans er víddin á áttatalinum teir sveima í, einar 60 metrar. Á kyrrindum hanga sjódrekarnir minst 8 metur undir vatnskorpuni.
Sjódrekarnir kunnu gera einar 300-400 MWh av streymi um árið, hvør, og tað svarar til streymnýtsluna hjá eini 120 til 160 sethúsum.
Niðurstøðan á árinskanningini er, at hetta fer neyvan at ávirka fiskalívið í Vestmannasundi.
– Seiður og nebbasild eru helst før fyri at svimja undan drekanum, er niðurstøðan.
Tað eru fleiri sløg av hávi við Føroyar, eitt nú brugda og hákelling. Eingin kanning vísir, hvussu ofta hesi sløgini eru í Vestmannasundi, men helst er hákellingin er sera sjáldsom, men brugda kann vera vanlig. Brugda svimur seint og kann liggja og sóla sær í vatnskorpuni um summarið. Tað er ikki óhugsandi, at drekarnir kunnu raka eina brugdu, so at drekin og brugdan, fáa skaða.
Tá ið høvið býðst eigar fleiri kanningar tískil at verða gjørdar av brugdu í Vestmannasundi, er ein niðurstøða í árinskanningini.
Men niðurstøðan er somuleiðis, at fleiri kanningar at verið gjørdar yvir eitt áramál fyri at tryggja, at annar fiskur ikki fær skaða av drekanum.
Tað verður heldur ikki mett, at hetta fer at fáa nakra ávirkan á fuglalívið í Sundinum. Men tey halda kortini, at tað er neyðugt við regluligum fuglateljingum í Vestmannasundi fyri at vita, hvussu stóran týtdning, sundi hevur fyri sjófuglin.
Hinvegin er tað ein niðurstøða, at sum heild eru tað hvalur og kópur, sum eru størst vanda av sjódrekunu.
Drekarnir eru so stórir og tungir, at kemur ein hvalur, ella ein kópur, fyri ein av drekunum, fer tað helst at elva til stóran skaða, ella til at hvalurin, ella kópurin, doyr. Mett verður at láturkópur og nísa eru tey sløgini ið oftast kunnu vera við orkuverkið. Men tey svimja ikki skjótt og sostatt hava tey lítlan møguleika at svimja undan drekanum.
– Ofta er sýnið eisini ringt og tað ger tað næstan ógjørligt at síggja drekan, áðrenn ov seint er.
Men svimur ein grind, inn í økið, har orkuverkið liggur, veksur vandin fyri samanstoyti munandi.
Stórhvalur heldur oftast beina kós, tá ið teir ferðast á opnum havi. Gera tey tað tað sama inni við land, og orkuverkið er á kósini, er tað helst trúligt, at stórhvalur heldur kósina og tað økir um vandan fyri samanstoyti.
Mett verður, at tað verður óljóðið frá orkuverkinum, sum verður avgerandi fyri um hvalur og kópur koma ov nær orkuverkinum.
Bæði hvalur og kópur hoyrir sera væl og eitt streymorkuverk í Vestmannasundi verður mett at geva so mikið av óljóði, at bæði hvalur og kópur hoyra tað minst tveir kilometrar burtur.
Sostatt fáa tey eina ávaring í góðari tíð um, hvar orkuverkið er, og hava møguleika at svimja uttanum. Tí fara hvalur ella kópur helst at aftra seg við at fara nær orkuverkinum, og sostatt er lítil vandi fyri, at tey verða rakt av sjódrekanum.
Tvey viðurskifti kunnu kortini broyta støðuna. Annað er um ein stórhvalur vil broyta kós og víkja undan, tá hann svimur móti orkuverkinum. Hitt er hvussu ein grind, sum verður rikin ímóti orkuverkinum, fer at bera seg at.
Men royndirnar eru, at bæði grind og avgustur svimja uttan um alibrúk sum eru á kósini, tey annars svimja.
Annars er niðurstøðan í árinskanningini, at í longdini fer óljóð frá orkuverkinum ikki at ávirka kóp og hval, tí so illa larma tey ikki.