Poulsen var liðug við tíggjunda flokk, var hon ikki í iva um, hvat hon skuldi finna uppá. Hon hevði hugsað um at fara á eftirskúla í Danmark í eina tíð, men tað bleiv ikki fyrr enn skúlin var liðugur. [...] tað var so stuttligt og gott at vera har, so var eg langtsíðani farin, sigur hon. Barbara kundi bara vera eitt ár, tí hon var jú liðug við fólkaskúlan, tá hon fór, men hon sigur, at hon gleðiliga hevði [...] síðani runt á kømurni at kanna, um alt er nóg væl ruddað. Hetta er ikki nakað, sum Barbara heldur er keðiligt. ? Hatta er ein partur av degnum, og ein venur seg við tað beinanvegin, sigur hon. So verður farið
umborð á ein garnabát í Íslandi, har eg var eina vertíð um várið. Hetta var ein 80-tonsari, og vit royndu eftir toski. Fleiri sumbingar vóru við og pápi mín, Sámal Enok, sáli, var ein teirra. Hetta var orsøkin [...] hendan langa túrin. Tað var fiskaloysi og lítið kom burtur úr. - Eg var tveir túrar við Rasmussi, og hesir fevndu um ein stóran part av tveimum árum, leggur hann aftrat. Eftir hetta var hann við onkrum útróðrarbáti [...] Kap fór hann at sigla við donskum farmaskipi. Hetta var ein minni coastari, og John var í hesi sigling í 14 mánaðir. - Vit sigldu á Miðalhavinum, eitt nú við leysum svávulpulvuri millum Jugoslaviu og Marokko
Eigil upplýsa honum at hetta var 11. november í tí Harrans árinum 1957. Einki verður kortini sagt um, hvussu veðrið var, men hetta var í øllum førum ein mánadagur! - Jú, hann var mín fyrsti kundi, tá eg [...] tað var teirra tørn. Men seinni var hetta broytt, soleiðis at fólk máttu biðja um tíð frammanundan. Hetta var ein meiri praktisk loysn fyri Eigil, men hevði eisini aðrar broytingar við sær: Nú var kundin [...] arbeiddi í salongini undir Sjómansheiminum, leggur Eigil aftrat. Fyri Djóna var hetta helst ein so mikið góð uppliving – og hann var so væl nøgdur við lokna arbeiðið - at hann hevur fylgt Eigili øll hesi sløk
sjúklingar við serligum tørvi sendir á Ríkissjúkrahúsið og ikki fyrr enn nú er tað vorðið ein trupulleiki. Til hetta má eg tíverri siga, at tað ikki samsvarar við veruleikan. Vilhelm Johannesen er uttan iva [...] økjum hava síðani fylgt mær og higartil hava viðgerðirnar eyðnast væl. M.a. fekk eg í Danmark staðfest, at eg, nakað áðrenn eg fór niður, hevði havt blóðtøpp í hjartanum, sum ikki var viðgjørdur. Greiddi danska [...] danska læknanum frá, at eg hevði sent boð eftir lækna, men var hansara niðurstøða, at ikki var neyðugt at leggja meg inn til kanningar. Danski læknin undraðist stórliga á hesa viðferð. Eftirspælið er,
má gerast kollektivt. Og hví er tað ein trupulleiki? Eg síggi ikki trupulleikan, svarar Jacob Vestergaard sjálvur. - Um tú sigur upp eitt loyvi, so má tað vera ein góð orsøk til tað. Og so mást tú sum áður [...] eitt reiðarí ov stórt? Sambært landsstýrismanninum er alivinnan ikki nøkur góð fyrimynd í somáta: - Nei, hóast alivinnan í dag er ein sólskinssøga, so skulu vit ikki hava so fáar fyritøkur innan fiskivinnuna [...] á fiskiloyvunum uttan áramál, meðan landið kann siga loyvini upp við sjey til níggju ára varningi. Ein leistur, ið reelt merkir, at fiskiloyvini verða givin verandi reiðarum fyri tíð og ævir, ljóðar skotsmálið
Lýsander. Ikki tí, báðir biðlarnir eru eins ríkir og høgt í metum, men soleiðis var tað bara tá. Kærleikans lógir fylgja ikki altíð samfelagsins lógum, og soleiðis var eisini í forntíðini. Helena vil hava [...] sigast um framúr góða týðingina hjá Axel Tórgarð. Tað er ein fragd at vita, at hetta kann lata seg gera í okkara lítla landi. Ikki bert er hetta Shakespeare, men eisini er innflættað føroyskar tíðarvillur [...] sæð áður. Hon var sum fiskur í vatninum á pallinum, og ein teirra, sum leikurin neyvan kundi verið fyri uttan. Annar leikari er Katarina Nolsøe, sum spældi sín leiklut til fulnar. Hon var kvinnan sum noyddi
Men ongin kommuna gjørdi vart seg, uttan Tórshavna Kommuna. Vanliga hugsanin var, at tað var óneyðugt við ellisheimum, tí tað var ikki føroysk mentan at fólk skuldi flyta á stovn at liva sína seinastu tíð [...] okkum er nógv betri, enn hjá teimum. Hann segði, at ein av høvuðsorsøkunum til at støðan er so fræg hjá okkum, er, at okkara samfelagsviðurskifti eru so góð, at vit kunnu valla ynskja tey betri. ?Men sjálvandi [...] lítið út ímillum onnur. ? Hetta eru fólk, sum hava søkt um stovnspláss, men sum ikki fáa tað. ? Talan er um 630 fólk í øllum landinum. Í Suðuroynni er talan um 40 fólk. ? Hetta tal er helst eisini ov lítið
í 1986 var í mesta lagi 10%. Hetta hongur eisini saman við hugburðsbroytingini, sum hevur verið. Tá varð tað ikki hildið at vera nakað serliga feminimt at fara á eina venjingarmiðstøð, men hetta er so eisini [...] (nærum bert mannfólk), sum vildu hava stórar vøddar, sum vóru brúkararnir av hesum. Bodybuilding var ein ítróttagrein í tráð við tíðarandan, og tað vóru fyrst og fremst íðkarar av hesi ítróttagrein, sum [...] tað í dag er nógv meira vanligt, at fólk koma oman at venja sonevnda motiónsvenjing. Skal ein seta tøl á hetta kann sigast, at tað í 1986, tá eg byrjaði at starvast her, at kalla bert vóru tey, sum vandu
vilja og ofra nakað. Hann minti eisini Óla á, at ein kann bert fara aftur til seinast, tá Fólkaflokkurin hevði løgmann og minnast viðurskiftini. Hetta var í 1989. Edmund Joensen takkaði Jóannes fyri at hava [...] á. Hann minti á søguna um 7 góð og 7 ring ár. Hann helt vera upplagt, at í góðum árum verður lagt uppfyri til verri tíðir. Orðið frítt Stundin var so komin, til at orðið var frítt og fólk í salinum fingu [...] flogvøllin vísa hugburðin. Høgni vísti á, at vøllurin krevur ábøtur og at hetta er sum at keypa bil. Ein vil tryggja sær, at tað ein fær, er í lagið. Helgi Abrahamsen vísti á, at sambært bláa fylgibindinum
3. flokk er ein avgerð, landsstýrismaðurin hevur tikið einsamallur. Samstundis vita vit, at løgtingið hevur sett sær fyri at orða ein almennan føroyskan málpolitikk. Eg kundi gott hugsað mær at vita, hvar [...] er tað also ikki eitt nóg haldgott grundarlag. Um ætlanin hinvegin er ein roynd at seta enskt í staðin fyri danskt, gevur hetta onga meining uttan so, at føroyskt frálærutilfar fæst til vega. Tað einasta [...] Sum er, fer so gott sum øll frálæra í enskum fram umvegis danskar læru- og orðabøkur. Hetta er í sær sjálvum ein forðan, sjálvt um flestu næmingar eru lutfallsliga stinnir í donskum, tá teir byrja við