- Tað skal ikki vera lætt at taka eitt fiskiloyvi frá einum reiðara.
Jacob Vestergaard stendur við sítt, hóast politisku útmeldingarnar í kjalarvørrinum á uppritinum um fiskivinnunýskipan hava verið ógvusligar.
Leisturin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er, at reiðarar fáa ræðisrætt á fiskiloyvunum uttan áramál, meðan landið kann siga loyvini upp við sjey til níggju ára varningi. Ein leistur, ið reelt merkir, at fiskiloyvini verða givin verandi reiðarum fyri tíð og ævir, ljóðar skotsmálið frá teimum atfinningarsomu.
- Nei, her eri eg grundleggjandi ósamdur. Landið kann til eina og hvørja tíð siga upp fiskiloyvini. Men minstakravið má væl vera, at landið tá veit, hví loyvini verða søgd upp og hvør ætlanin síðani er við fiskivinnuni, sigur Jacob Vestergaard og heldur fram:
- Tá fær vinnan møguleika, antin at avvikla sítt virksemi ella laga seg til nýggja og broytta politikkin.
Landsstýrismaðurin er avgjørdur. Hann endurtekur fleiri ferðir, at tað skal ikki vera lætt at taka aftur eitt fiskiloyvi.
Víst hevur verið á, at sambært fyrisitingarlógini skal grundgevast neyvt og sakligt fyri eini avgerð. Velur politiski myndugleikin at taka loyvið frá einum skipi, so hevur viðkomandi reiðari rætt til at verða viðfarin eins og øll onnur. Og skal politiski myndugleikin so siga upp øll loyvi, spurdi Halgir Winther Poulsen í samrøðu við Sosialin í síðstu viku. Niðurstøðan hjá roynda advokatinum er tí, at fiskiloyvini eftir leisti landsstýrismansins í praksis verða endaliga avhendað.
Men ávaringin rínur ikki við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Heldur ikki, um neyðugt reelt verður at siga upp øll fiskiloyvi, um landsstýrið ætlar at fáa loyvini innaftur.
- Ja, tað má gerast kollektivt. Og hví er tað ein trupulleiki? Eg síggi ikki trupulleikan, svarar Jacob Vestergaard sjálvur.
- Um tú sigur upp eitt loyvi, so má tað vera ein góð orsøk til tað. Og so mást tú sum áður nevnt hava eina ætlan við, hvat síðani skal henda. Annars gevur tað als onga meining at tosa um tryggar karmar fyri vinnuna, sigur Jacob Vestergaard.
Atgongdin er har
Sambært uppritinum hjá landsstýrismanninum verða tað ikki fleiri fiskiloyvi inni í skipanini, eftir at fiskivinnunýskipanin er komin í gildi. Tey, ið sita á fiskiloyvunum í dag, koma framhaldandi at hava loyvini.
Leisturin hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí nærum ógjørligt er hjá nýggjum aktørum at sleppa inn í vinnuna. Í hvussu er skulu hesi hava rættuliga nógvar pengar í rygginum, verður sagt.
- Ja, handan pástandin hoyri eg allatíðina. Men hatta passar snøgt sagt ikki. Veruleikin er, at vinnan er í kapping, konkurslógin er galdandi fyri fiskivinnuna og møguleikin at sleppa inn er til staðar, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin peikar aftur á tryggu karmarnar, ið eftir hansara tykki eru so avgerandi, áðrenn hann skjýtur aftur eftir kritikarunum:
- Teir, sum eru stórir í fiskivinnuni ídag, eru eisini einaferð komnir inn í vinnuna. Fyri 20 árum síðani var lætt og bíligt at koma inn í uppsjóvarvinnuna, sum í dag tjenar nógvar pengar. Í dag er lætt at koma inn í línuflotan og trolaraflotan, tí her eru ikki so nógvir pengar júst nú.
Vestergaard hevur tosað seg heitan:
- Eg veit væl, at øll vilja sleppa inn, har sum tað eru nógvir pengar at tjena júst nú. Tað er natúrligt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Henda tráan elvir til trýst og krav um atgongd til fiskivinnuna. Men hetta er ikki eitt atlit, ið eg kann leggja fiskivinnupolitikkin eftir, sigur Jacob Vestergaard avgjørdur.
Stendur tað til landsstýrismannin, kemur tað tí ikki uppá tal at seta nýggjar ventilar inn í skipanina, soleiðis at fiskiloyvi kunnu fáast til vega við at bíða eitt ávíst áramál, til loyvini hjá verandi reiðarum ganga út.
Dynamikkur
Ein grundarsteinur undir fiskivinnunýskipanini hjá Jacobi Vestergaard er at skapa størri umsetiligheit í vinnuni.
- Ja, tað skal í nógv størri mun bera til at samanseta veiðirættindini. Hví skal ein reiðari vera bundin at einum ávísum fiskiskapi, um hann sær møguleika fyri at tjena pengar í øðrum fiskiskapi og harvið fáa eitt bein afturat at standa á, spyr landsstýrismaðurin og tveitir aftur argumentið um tryggu karmarnar fyri vinnuna á borðið.
Men størri umsetiligheit, har reiðarar í enn størri mun kunnu keypa hvønn annan, merkir alt annað líka færri aktørar í vinnuni. Eina meira miðsavnaða vinnu.
- Ja, eg síggi fyri mær færri skip og størri reiðarí, sum virka í eini meira samansettari vinnu enn vit higartil hava sæð, sigur Jacob Vestergaard.
- Grundtankin er, at vinnan skal hava somikið nógv bein at standa á, at vánaligur fiskiskapur eftir einum fiskaslag ikki vendir øllum á høvdið. Eitt reiðarí má alla tíðina hava møguleika at laga seg til umstøðurnar.
Men letur leisturin ikki upp fyri kannibalismu í vinnuni, har størstu reiðaríini eta upp tey smáu og harvið koma í monopollíknandi støður?
- Jú, tað er ein reellur vandi, og tí skal framhaldandi lóggevast móti, at einstøk reiðarí fáa ræði á ov stórum parti av fiskivinnuni, sigur Jacob Vestergaard.
Men nær er eitt reiðarí ov stórt? Sambært landsstýrismanninum er alivinnan ikki nøkur góð fyrimynd í somáta:
- Nei, hóast alivinnan í dag er ein sólskinssøga, so skulu vit ikki hava so fáar fyritøkur innan fiskivinnuna. Mín persónliga meining er, at alivinnan er savnað á ov fáum hondum. Vit skulu hava somikið nógvar fiskivinnufyritøkur, at ein einstakur húsagangur ikki rykkir teppið undan allari vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, sum tó ikki vil seta tal á, hvat tal er hóskandi tal.
Eisini ásannar landsstýrismaðurin, at í einari samansettari vinnu kann vera ringt at fáa yvirlit yvir, hvussu stórt og sterkt eitt reiðarí reelt er. Men tað ber til.
- Vit kenna tað úr verandi fiskivinnulóggávu, og í eini nýggjari lóggávu ber eisini til at áseta eitt loft á, hvussu stóran part av hvørjum einstøkum fiskaslag eitt reiðarí kann ráða yvir. Tað verður eitt nú gjørt í Norra, og tað ímyndi eg mær verður partur av nýggju lóggávuni.
Heldur ikki her vil landsstýrismaðurin tó seta tal á, hvussu nógv er ov nógv.
Trupla telvingin
Uppritið hjá landsstýrismanninum hevur sum longu nevnt elvt til stórt kjak, bæði politiskt og úti í samfelagnum. Ikki minst, tí uppritið rættuliga ítøkiliga sigur, hvat landsstýrismaðurin ætlar á grundleggjandi økjum innan okkara fiskivinnu.
- Hatta er mín hugsan, og eg standi inni fyri øllum í uppritinum. Men enn er einki avgreitt, og alt er tí framvegis til diskusjón, sigur Jacob Vestergaard.
Tað var tilvitað, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørdi uppritið so ítøkiligt sum yvirhøvur tilber.
- Tað metti eg vera neyðugt fyri at koma víðari. Men eg havi ikki sett flugubein í nakran part av uppritinum, og eg fiski framvegis eftir so breiðari semju sum tilber, hóast breiða semjan í løtuni ikki er til staðar, sigur Jacob Vestergaard.
Enn stendur spurningurin tí opin, hvussu langt partarnir kunnu strekkja seg í royndini eftir breiðu semjuni um framtíðar fiskivinnupolitikkin. Men stendur tað til landsstýrismannin, so verður tað verandi vinna, sum skal styrkjast.
- Fyrr ella seinni mugu vit gera upp við okkum sjálvi, hvønn tað er, ið vit kappast ímóti. Vilja vit kappast ímóti okkum sjálvum og hvørjum øðrum, ella vilja vit kappast móti øðrum fiskivinnutjóðum, spyr Jacob Vestergaard.










