Øll við serligum tørvi vórðu ikki send á Ríkissjúkrahúsið

Við hesum vil eg gera eina viðmerking til tíðindini, sum eru komin fram í fjølmiðlunum um, at Heilsuverkið ikki hevur ráð at senda sjúklingar við serligum tørvi á Ríkissjúkrahúsið.

Samtíðis sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, at sjálvt í ringastu kreppuni frá 1991-93 vórðu allir sjúklingar við serligum tørvi sendir á Ríkissjúkrahúsið og ikki fyrr enn nú er tað vorðið ein trupulleiki. Til hetta má eg tíverri siga, at tað ikki samsvarar við veruleikan. Vilhelm Johannesen er uttan iva umskiltur, tí hann veit ikki betri.
Sjálv hevði eg tørv á viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, tí specialið ikki var í Føroyum. Árini 1986-90 fekk eg neyðuga viðgerð niðri. Tá eg varð sjúk aftur í 1991, fekk eg at vita, at eg bleiv ikki send á Ríkissjúkrahúsið aftur, tí "eg hevði verið ov kostnaðar-mikil fyri Heilsuverkið. Her mátti sparast og tað mátti eisini galda meg." Eg varð skelkað og gloymi ongantíð ta løtuna aftur.
Soleiðis gingu tvey ár, og eg bleiv bara verri og verri og føldi tað vónleyst. Gjørdi so av at flyta til Danmarkar, leitaði upp lækna har og bað um hjálp. Takkað verið teimum er støðan ein heilt onnur í dag næstan 10 ár seinni. Aftaná tvær skurðviðgerðir fekk eg tað nógv betri, men av tí at eg hevði gingið so leingi, høvdu aðrir heilsutrupulleikar stungið seg upp. 5 serlæknar á ymiskum økjum hava síðani fylgt mær og higartil hava viðgerðirnar eyðnast væl. M.a. fekk eg í Danmark staðfest, at eg, nakað áðrenn eg fór niður, hevði havt blóðtøpp í hjartanum, sum ikki var viðgjørdur. Greiddi danska læknanum frá, at eg hevði sent boð eftir lækna, men var hansara niðurstøða, at ikki var neyðugt at leggja meg inn til kanningar. Danski læknin undraðist stórliga á hesa viðferð.
Eftirspælið er, at Ríkissjúkrahúsið má fylgja við heilsustøðuni hjá mær so leingi eg livi, so tað er ikki nøkur løtt søk hjá mær at hugsa um at flyta aftur til Føroya. Soleiðis kann tað eisini gangast føroyskum sjúklingum! Føroyska Heilsuverkið hevur sostatt ikki havt fleiri útreiðslur av mær, men so má eg eisini spyrja - hvørjum tekur Heilsuverkið sær í veruleikanum av? Tað sær ikki út sum tað er fyri øll!
Tað var hart at verða noydd til at rýma av landinum vegna sjúku, fara frá heimi sínum og frá familjuni, men har var einki annað at gera, um eg skuldi gera mær nakra vón um at fáa hjálp. Hjálpina fekk eg á Ríkissjúkrahúsinum uttan nakran almennan føroyskan stuðul yvirhøvur.
Eitt vil eg nevna afturat. Ongantíð hava tey á Ríkissjúkrahúsinum sagt við meg, at eg havi verið teimum ov kostnaðarmikil, hóast eg havi verið innløgd fleiri ferðir. Tað hevur lívgað og uggað meg ótrúligt øll hesi árini at vita, at á Ríkissjúkrahúsinum verður man sum sjúklingur virdur sum menniskja uttan mun til, hvussu kostnaðarmikil einstaka viðgerðin er. Mínar beisku royndir við føroyska Heilsuverkinum siga mær, at hetta tíverri ikki er galdandi fyri føroyska Heilsuverkið.