Øll verðin tosar ikki enskt

- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki leypa framav í kjakinum um førleikarnar hjá føroyingum í enskum. Tað finnast til dømis ongi prógv um, at jú fyrr tú lærir eitt fremmandamál, jú betri fert tú at duga tað, sigur Karin Jóhanna Knudsen, ensktlærari

Tað byrjaði við eini grein, sum stóð at lesa í bløðunum í heyst. Ein føroyingur, sum búði uttanlands, greiddi frá, hvussu dátt tað kom honum við, tá han varnað-ist, hvussu illa hansara børn kláraðu seg í enskum í mun til hinar næmingarnar á altjóða skúlanum, tey gingu á. Søgan var eftir øllum at døma neistin, sum skuldi festa í eina tikkandi bumbu undir føroyska málkjakinum, og skjótt vistu aðrir útisetar líknandi søgur at fortelja. Orð sum "sjokk" hava staðið á breddanum, og summi vilja vera við, at tekur føroyska skúlaskipanin ikki annað skinn um bak, fara føroyingar at reika runt sum fremmandamálsligir analfabetar, afturúrsilgdir í altjóðageringini, meðan restin av heiminum ferð strúkandi inn í framtíðina.
Ikki kann sigast annað enn, at kjakið higartil hevur verið rætti-liga einháttað og lítið fakligt. Og hetta fær nú Karin Jóhonnu Knudsen, lærara í enskum í Hoydølum, at ávara mótum einføldum og ov illa grundaðum niðurstøðum
? Eg ivist ikki í, at hesar søgurnar, hava rakað eitt eymt og kensluborið punkt hjá nógvum føroyingum. Annars hevði neyvan so mikið rumbul staðist av teimum. Trupulleikin er bara, at niðurstøðurnar í teimum byggja á vantandi vitan um mál- og málpolitikk í undirvísing, og tí má onkur rópa varskó, áðrenn skeivar málpolitiskar avgerðir verða tiknar, og tað kanska illa vendst aftur, sigur Karin Jóhanna
Skeiv samanbering
Karin Jóhanna ger vart við, at fyri tað fyrsta er samanberingin við ensktførleikan hjá øðrum europeraum burturvið. Hesar tjóðir læra enskt sum 1. fremmandamál, meðan føroyingar læra enskt sum 2. fremmandamál umvegis eitt annað fremmanda-mál, nevniliga danskt. Tí er tað onki løgið í, at vit klára okkum verri í eini slíkari samanbering, sigur Karin Jóhanna, og leggur afturat, at higartil vita vit so gott um onki um, hvussu væl ella illa føroyingar klára seg í enskum í mun til aðrar tjóðir, sum eisini læra enskt sum 2. femmandamál.
? Ikki fyrr enn ein slík kanning er gjørd, og tað framvegis vísir seg, at okkara støði er lægri, gevur tað meining at hyggja at, hvat okkara skúlaskipan møguliga ger skeivt. Sum er, loysir tað ongan trupulleika í sær sjálvum at flyta ensktfrálæruna niður í 3. flokk og als ikki, um enskt framvegis skal lærast umvegis danskt. Tað finnast nevniliga ongi prógv um, at jú fyrr frálæran í einum fremmandamáli byrjar, jú skjótari ella betri koma næmingarnir at duga tað, sigur Karin Jóhanna og vísir til eina nýggja kanning frá Baskara-landinum, sum vísir, at eldri næmingar sum heild læra skjótari eitt nýtt mál, enn teir yngru, meðan teir yngru kanska hava eitt sindur betri úttalu.
Saknar grundgevingar
Tískil undrar tað Karin Jóhonnu, at landstýrismaðurin nú fer at leggja uppskot fram um at flyta ensktfrálæruna úr 5. niður í 3. flokk, uttan at kunna nágreiniliga um, hvørjar grundgevingar avgerðin byggir á. Eftir ætlan skal nýggja skipanin koma í gildi longu komandi ár, men enn hevur lítið verið at frætt um, hvønn fakkunnleika landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við, og í hvønn mun lagt er upp fyri teimum praktisku avleiðingum, ein slík broyting hevur við sær.
? Um avgerðin ikki byggir á annað enn vanliga páhaldið um, at jú fyrr tú lærir eitt fremmandamál, jú betri fert tú at duga tað, er tað also ikki eitt nóg haldgott grundarlag. Um ætlanin hinvegin er ein roynd at seta enskt í staðin fyri danskt, gevur hetta onga meining uttan so, at føroyskt frálærutilfar fæst til vega. Tað einasta vit við vissu vita í øllum hesum er nevniliga, at skjótasti og lættasti vegurin til at ogna sær nýggja vitan, og tað vil eisini siga fremmandmál, gongur gjøgnum móðurmálið. Sum er, fer so gott sum øll frálæra í enskum fram umvegis danskar læru- og orðabøkur. Hetta er í sær sjálvum ein forðan, sjálvt um flestu næmingar eru lutfallsliga stinnir í donskum, tá teir byrja við enskum í 5. flokki. Men endar ætlanin hjá landsstýrismanninum við, at 3. flokks næmingar skulu læra enskt umvegis danskt, sum teir samstundis skulu læra fyri fyrstu ferð, eri eg stórliga bangin fyri, at hetta fer at elva til óneyðuga nógva málsliga ørkymlan hjá børnun-um, og tá er lítið vunnið, heldur Karin Jóhanna.
Fyrst føroyskt
Uttan mun til, hvat vit velja at gera framyvir, má avgerðin byggja á veruligar kanningar av málsligu førleikunum hjá føroyingum, heldur enn einstakar persónligar søgur og so gitingar fyri rest, slær Karin Jóhanna fast. Av onkrari orsøk hava myndugleikarnir ikki viljað brúkt pengar uppá ella hildið tað verið nóg neyðugt við slíkum kanningum. Tískil vita vit lítið um veruligu fremmandmálsligu førleikarnar hjá føroyskum næmingum í mun til onnur lond og enn minni um, hvønn hugburð næmingarnir hava til danskt ella føroyskt. Fata teir til dømis danskt sum eitt hent amboð til at ogna sær vitan, er tað jú gott. Men kenna teir danskt sum eitt haft um beinini, teir eru noyddir at dragast við, tí nóg gott frálærutilfar ikki er til á føroyskum, verður danskt ongantíð ein brúkiligur lykil til hvørki enskt, týskt ella franskt tíansheldur nakað annað fremmanda-mál.
Besta fortreytin fyri at læra eitt fremmant mál verður altíð, at næmingurin hevur so gott innlit í móðurmálið, sum til ber. Men í Føroyum er tað nógv, ið bendir á, at nógvir næmingar hava ilt við at kenna málið, teir hava lært heimanífrá, aftur í tí føroyska, teir læra í skúlanum.
? Um hetta er støðan sum heild, merkir tað kanska, at nógvir føroyskir næmingar í veruleikanum ongantíð hava fingið tað grundleggjandi innlitið í teirra móðurmál, sum átti at tryggja teimum mest natúrligu inngongdina til eitt fremmant mál. So leingi ein næmingur ikki veit, hvussu eitt føroyskt sagnorð sær út, kanst tú ikki vænta, at hann fer at kenna enska sagnorðið aftur. Og so leingi vit íkki vita, um tað er her, ein partur av trupulleikanum fjalir seg, tykist tað høpisleyst at sita og kjakast um, hvussu nógv fleiri fremmandamál vit skulu fylla inn í 3.flokksfrálæruna, sigur Karin Jóhanna.
Fólkahoyring
Sjálv skýtur Karin Jóhanna upp, at skipað verður fyri eini fólkahoyring um hetta málið, áðrenn farið verður víðari við tí. Fólkahoyringar hækka støðið í almenna kjakinum - serfrøðingar, politikkarar og onnur koma saman at viðgerða evnið soleiðis, at tað verður lýst frá øllum síðum. Í hesum førinum tryggjar ein fólkahoyring, at avgerðir um mál og málpolitikk verða betri funderaðar enn nú, samstundis sum hetta styrkir fólkaræðið.
? Myndin, vit hava beint nú, er, at avgerðin um at flyta enskt úr 5. flokki niður í 3. flokk er ein avgerð, landsstýrismaðurin hevur tikið einsamallur. Samstundis vita vit, at løgtingið hevur sett sær fyri at orða ein almennan føroyskan málpolitikk. Eg kundi gott hugsað mær at vita, hvar avgerðin hjá landsstýrismann-inum kemur inn í tann yvirorðnaða málpolitikkin hjá Føroya Løgtingi, tí eg fái meg illa at trúgva, at ein slík avgerð er tikin leysrivin frá øllum øðrum, sum hendir á málpolitiska økinum, sigur Karin Jóhanna.
Fordómar ella veruleiki?
Ein heilt annar spurningur, vit áttu at sett okkum, er, hví vit í grundini halda tað vera so átroðkandi neyðugt, at teir yngstu næmingarnir skulu læra júst enskt sum eitt tað fyrsta fremmandamálið. Tá nú øll tykjast sannførd um, at enskt fer at halda á at troka seg inn á okkum allastaðni frá, uttan mun til um vit vilja tað ella ei, hví so ikki læra børnini okkurt annað fremmandamál í staðin, spyr Karin Jóhanna og vísir á, at tað jú ikki er nøkur lóg, sum sigur, at vit treyaleyst skulu halda dyrnar inn til føroyska fólkaskúlan víðopnar fyri fríu, altjóða marknaðarkreftunum á málpolitiska økinum. Men slíkir tankar krevja ikki bara, at vit hava ein málpolitikk, men eisini at vit tora at seta spurnartekin við ivasom rák og illa funderaðar pástandir.
? Til dømis vísir ein meting hjá United Nations Development Programme, at bert 1 út av 10 heimsborgarum tosar enskt, men vit uppføra okkum framvegis sum at øll í verðini duga at tosa enskt. Tað er rætt, at enskt gevur atgongd til stóran part av Vesturheiminum, men vit hava lyndi til at gloyma, at tað finst ein heimur uttan fyri Vesturheimin. So kanska tað kann hugsast, at tað í veruleikanum er okkara fordómur um, at øll verðin tosar enskt, sum er ein størri forðing, enn okkara møguliga vantandi málsligu førleikar, sigur Karin Jóhanna Knudsen.