Øll vilja betra um heilsuna

Tað eru ikki bert væl trimmaði ítróttafólk, sum finna leiðina fram til venjingarmiðstøðina, Fragd og Fimi. Størsti parturin av viðskiftafólkunum eru fólk, sum snøgt sagt vilja sleppa at røra seg eitt sindur

 

Kropsvenjingar


Tá fyrstu venjignarmiðstøðirnar komu til Føroya fyrst í áttatiárunum, vóru tað fyrst og frems fólk (nærum bert mannfólk), sum vildu hava stórar vøddar, sum vóru brúkararnir av hesum. Bodybuilding var ein ítróttagrein í tráð við tíðarandan, og tað vóru fyrst og fremst íðkarar av hesi ítróttagrein, sum gjørdu nýtslu av nýggja venjingarmøguleikanum.

Leggur tú í dag leiðina fram við eini venjingarmiðstøð, er sæst tó alt fyri eitt, at tað ikki eru stóru bulmiklu vøddabyggjararnir, sum í størstan mun eru at síggja í hølunum.

Tá vit báðir, myndamaðurin, løgdu leiðina fram við Fragd og Fimi vóru tað í øllum førum ikki hesi, sum nýttu ymsu tólini, sum eru tøk hjá teimum íðkandi. Tvørtur ímóti var tað at kalla púra vanlig fólk, kløn sum tjúkk, ið fyri tað mesta sóust gera nýtslu av hesum.


Broyttur hugburður

Jana Eidesgaard Thomsen, sum hevur verið leiðari á venjingarmiðstøðini seinastu 1994, sigur eisini alt fyri eitt, at tað er farin ein stór hugburðsbroyting fram á hesum øki tey árini, hon hevur starvast á venjingarmiðstøðini.

- Fyrst og fremst er tað soleiðis, at tað í dag er nógv meira vanligt, at fólk koma oman at venja sonevnda motiónsvenjing. Skal ein seta tøl á hetta kann sigast, at tað í 1986, tá eg byrjaði at starvast her, at kalla bert vóru tey, sum vandu styrksivenjing, sum vóru her niðri. Í dag fevnur hesin bólkurin um minsta partin av viðskiftafólkunum ? í mesta lagi ein fimting, sigur Jana.

- Eisini er tað soleiðis, at tað í dag eru nógv fleiri konufólk at síggja her niðri. Eg vildi skotið upp á, at í dag er okkurt um helvtin av íðkarunum konufólk, meðan tað í 1986 var í mesta lagi 10%. Hetta hongur eisini saman við hugburðsbroytingini, sum hevur verið. Tá varð tað ikki hildið at vera nakað serliga feminimt at fara á eina venjingarmiðstøð, men hetta er so eisini broytt, sigur hon smílandi. Meðan vit soleiðis standa og práta við Janu, kunnu vit heldur ikki annað enn geva henni rætt í, at tað væl ber til at venja og vera feminim.


Tólini gera alt lættari

Sum sagt, so er talan ikki bert um styrkisvenjing, tá fólk í dag koma oman í venjingarmiðstøðina, og við teimum tólum, sum í dag eru til taks, skuldi hetta so avgjørt ikki verið neyðugt.

Gomlu ? at líta til tungu ? maskinurnar eru skiftar út við rennibond, súkklur og trappumaskinur, har allar upplýsingar kunnu lesast á telduskýggja. Eitt av tí, sum hoyrir til hendan telduskýggja, er ein pulsmátari, so fylgjast kann við, hvussu hart arbeitt verður.

Jana greiðir eisini frá, at hesin parturin so avgjørt er neyðugur, tí tað er ymiskt, hvat fæst burtur úr venjingini, alt eftir hvussu hart tú arbeiðir.

- Fólk halda ofta, at harðari venjingin er, meira fæst burturúr, men hetta er als ikki rætt. T.d. eiga fólk, sum skulu klænka seg venja við einum lægri intensiteti enn tey, sum eru fyri at koma í betri venjing. Feitt forbrenningin er nevnliga effektivari, um kroppurin ikki verður overvaður, greiður hon frá.

Annars er hon sera fegin um nýggju maskinrnar, sum hon nú hevur fingið til vega. Hesar hava kostað rættiliga fitt av peningi, men Jana er sannførd um, at hetta ger tað bæði lættari og stuttligari at venja. Milum annað tí teldurnar ansa eftir, at vant verður við røttu ferðini, og eisini tí hesar eru somikið væl designaðar, at tað nærum ikki ber til at gera skeivar rørslur við teimum.


Fyri øll

Hetta er eisini viðvirkandi til, at tað so avgjørt ikki er neyðugt, at vera í góðari venjing, áðrenn farið verður oman at venja.

- Her kunnu sum so øll koma. Eisini tey, sum so slettis einki orka, sigur Jana.

- Eg royni altíð at vera nógv hjá fólki fyrstu venjingartímarnar. Bæði fyri at leiðbeina tey í nýtslu av maskinunum, men eisini fyri at ansa eftir, at tey ikki overva seg. Er áhugi fyri tí, geri eg eisini venjingarskráir, tí hetta er eisini ein fortreyt fyri, at sum mest fæst burtur úr venjingini.

Í sama viðfangi leggur hon afturat, at tey, sum koma oman at venja, eru fólk í øllum aldursbólkum, og sum vilja uppnáa fullkomuliga ymisk mál við venjingini.

- Vit hava klænkiskeið, spinning, styrkisvenjing og ymiskt annað á skránni, og sum heild er undirtøkan fyri hesum stak góð, sigur Jana Eidersgaard Thomsen at enda.