Men eitt er vist, og tað er, at eg eri sera hugtikin av tykkara sterka vilja, um at klára tykkum sjálvi. - Mær dámar annars stak væl tað góða og sakliga samstarvið, ið er millum Danmark og Føroyar. Eg [...] fullkomnum sjálvstýri - Orsaka av, at vit liggja so tætt við bæði Finnland og Svøríki, og av tí at vit tosa sama mál sum sviar og ein partur av finnunum, so er ynskið um fullkomið sjálvstýri ikki so brennandi [...] hevur, eins og Føroyar, ikki fullkomið sjálvstýri. Tó hevur landið eina sjálvstýrisskipan, ið tryggjar Ålendingum avgerarrætt innan ávís málsøki. Áland hevur samstudis egið umboð í Nordisk Råd og somuleiðis
rundanum okkum, sum vit samanbera okkum við, sjálvandi hava grundlógir, og at tað er nógv, sum gongur aftur í teimum flestu grundlógunum, og sum eisini kemur at ganga aftur í teirri føroysku. Nevndin skal gera [...] føroyingar skulu hava t.d. til arbeiði, útbúgving, bústað, ogn, talu- og skrivifrælsi, trúarfrælsi, o.s.fr, sigur landsstýrismaðurin. Og í tí sambandið verður neyðugt hjá grundlógarnevndini at viðgera nakrar [...] standa í grundlógini, um, at løgtingið ikki kann sleppa at skuldarbinda landskassan útyvir eitt vist og um tað skal standa í grundlógini, hvat møguligar oljuinntøkur kunnu brúkast til. ? Kemur tað at standa
Sum bilførari og borgari í Havn vil eg fegin koma við nøkrum viðmerkingum og spurningum, sum hava tilknýti til ferðsluna á krossinum Landavegur og Frælsið. Í meira enn 10 ár havi eg koyrt oman eftir L [...] ngin broytt enn einaferð, og tað aftur til fyrstu og upprunaligu versiónina, har tú skuldi koyra í vinstru síðu fyri at kunna koyra beint fram. Hetta er hent í farnu viku, og uttan at nakar bilførari hevur [...] eftir vegaavmerkingum og fylgja teimum, men hava ikki eisini myndugleikarnir eina upplýsingarskyldu mótvegis borgarunum, tá teir líkasum liggja og ?spæla? við somu vegaavmerkingum og broyta hesar frá degi
bæði kvinnum og monnum, og eftir ein lítlan aldudal er kappingin aftur vorðin heilt væl umtókt millum spælararnar. Seinastu árini hava Bjarni Johansen og Finn Gærdbo skipað fyri kappingini, og Bjarni sigur [...] tilsamans 36 lið við í kappingini, og vit rokna við, at tað verður nakað tað sama í ár, sigur Bjarni Johansen. ? Tað vóru nøkur ár, í 1994 og 1995, at áhugin var lítil, og tað ikki vóru meir enn eini 20-25 [...] kappingini. Ársins Leikarar og veitsla Eitt av hæddarpunktunum tað vikuskiftið, tá innandurakappingin verður spæld, er kjósanin av Ársins Spælara hjá kvinnum og monnum, og í ár verður Ársins Málmaður eisini
evnir og politiska áskoðan. Tí er tað hugstoytt at síggja, hvussu nationalistarnir nú eru byrjaðir at »klassifisera« fólk í »superføroyingar« og hini. Tað byrjaði við at niðurgera sambandsfólk og nú sær [...] støði í vinnuligum og fíggjarligum veruleikum. Her haldi eg at tey, ið argumentera fyri tjóðveldisætlanunum hava ríkiligt av fuglum »á takinum« og fáar í hondini. Munurin á tjóðveldis- og javnaðar-ætlanunum [...] Tjóðveldisflokkurin hevur altíð havt sum aðalmál at stovnseta føroyskt tjóðveldi og slíta frá Danmark. Ein greið og heiðurlig støða. Undirtøkan ímillum veljararnar hevur so ligið báðu megin við tey 20%
um dagin millum Havnina og Klaksvík og millum Havnina og Vágarnar. »Pride« kom til Havnar um morgunin, og fór norður aftur seinnapartin. »Vesturleið« kom til Havnar um morgunin, og fór vestur aftur seinnapartin [...] Pegasus II, sum siglir millum Skagen og Larvik. Pegasus II er bygdur í 1997 í Italia, er 94,5 m. langur og 16 m. breiður, gongur 37 míl og tekur 600 ferðafólk, 155 bilar og 5 bussar. Silvana Ana L Ein onnur [...] øllum veðri, og at hon kann taka allan farm til og frá oynni. Spurningurin er so, hvussu nógv slík ferja kostar at keypa ella byggja, - og hvat hon kostar í rakstri. At ferðast um Sandoynna Av og á eru uppskot
at trúgva, at yngri Laudrup verður liðfelagi hjá Toda Jónsson og hinum í FCK. Tað er jú ikki so langt síðani, at tað so at siga fyri vist varð sagt í donsku pressuni, at Michael Laudrup skuldi spæla við [...] Frimann, gjørdi seg heilt skrappan og boðaði venjaranum, sum annars hevði verið mettur at vera sjálvt sálin í felagnum, frá, at hann skuldi ikki vísa seg á vøllinum, og tað varð honum bannað at tosa við [...] Tað eru ikki hissini yvirskriftir og søgur, sum donsku fjølmiðlarnir hesa síðstu vikuna hava borðreitt við um FCK, felagið hjá Toda Jónsson. Í vikuskiftinum undraðist allur tann danski fótbóltsheimurin
- Men eitt er so púra vist. Og tað er, at í allar nærmastu framtíð fer tað at bera til at kanna arvaeginleikarnar hjá fólki og á tann hátt at fáa at vita, hvat liggur til tey og at vita, um tey fara at [...] nógv ár verið at kalla eitt alment ítriv at kanna slag og slekt og at geva tað út í bók. - Kring landið sita hundraðtals fólk og granska ættartalvur og tað verður skipað fyri ættarveitslum í heilum. - Pál [...] sagt var. Og tað kom eisini fram, at summir vóru ímóti at lata upplýsingar um okkara innastu loynidómar til ein ?privatan, útlendskan spekulant?, sum onkur tók til. Og fyri at skera vandan og álvaran út
vóru bert fylgiorð, sum tú rapaði av tær, fyri at halda tónan og stevið, og sum tú neyvan skilti. Seinni komu »Rasmus» og »Nú í kvøld..» og allir hinir føroysku sangirnar, sum rættiliga setti dám á okkara [...] i vóru 2. jólakvøld, og øll hini annandagskvøldini og á ólavsøku. Tá var lummafløskan havd á lofti. Og tað var hon neyvan í víðari merking, tí bert mannfólkini smakkaðu sær á, og tað varð gjørt við at [...] arbeiði, lærupláss ella útbúgving, og arbeiði var til øll í tíðini, tá vit stovnaðu familju og starvsbreyt. Tað hevur helst gjørt sítt til, at vit tíbetur ikki gevast med alla og sessast heima í stovuhorninum
Statoil Føroyar og Føroya Shell, fáa tey ein kanningarseðil útflýggjaðan. Á hesum seðili verður spurt um ymisk viðurskifti, m.a. eru nærljósini í lagi, fjarljósini, blunkljósini osfr. Og kunnu fólk standa [...] krossur kann setast við allar spurningarnar, verður svarseðilin skræddur av og latin inn til eina bensinsølustøð hjá Statoil Føroyar og Føroya Shell. Drigið verður ímillum teir innkomnu seðlarnar um at vinna [...] vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr. 300,-, 20 vinningar verða latnir og Føroya Shell og Statoil Føroyar lata helvtina hvør. Fyri at tað skal bera til at finna fram til hvør ið vinnur, er neyðugt at