Lyktakanningin '98

»- Er peran í lagi?«

Frá mánadegnum 9. november til sunnukvøldið 22. november verður skipað fyri lyktakanning.


Hví lyktakanning

Orsøkin, at tað aftur verður skipað fyri lyktakanning, er at, hóast støðan hjá bilunum, sum heild er góð, er tað neyðugt at minna fólk á at kanna eftir, um nú øll ljósini á bili teirra lýsa, sum tey skulu. Tí sjálvt um bilurin kanska var til árligt eftirlit hjá Bileftirlitinum í vár - ella í summar, so er ikki vist, at okkurt ikki kann vera hent við ljósunum síðani tá.


Øðrvísi lyktakanning

Lyktakanningin í ár er eitt nýtt slag av lyktakanning. Í mun til, at tú fyrr fórt við bili tínum til ein verkstað og lat ein bilmekanikara kanna bilin fyri teg, skalt tú nú sjálv ella sjálvur gera kanningina.

Høvuðsboðskapurin í lyktakanningini í ár er at gera tað heilt greitt, at tað er hvør einstakur bilførari, sum hevur ábyrgdina av, at ljósini á bili hansara eru í lagi.


Soleiðis verður gjørt:

Tá ið fólk keypa bensin á bensinsølustøðunum hjá Statoil Føroyar og Føroya Shell, fáa tey ein kanningarseðil útflýggjaðan. Á hesum seðili verður spurt um ymisk viðurskifti, m.a. eru nærljósini í lagi, fjarljósini, blunkljósini osfr. Og kunnu fólk standa inni fyri, at hesi viðurskifti eru í lagi, kunnu tey á svarseðilinum, sum er niðasti partur av kanningarseðlinum, seta kross út fyri hvørjum einstøkum spurningi. Tá ið krossur kann setast við allar spurningarnar, verður svarseðilin skræddur av og latin inn til eina bensinsølustøð hjá Statoil Føroyar og Føroya Shell.

Drigið verður ímillum teir innkomnu seðlarnar um at vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr. 300,-, 20 vinningar verða latnir og Føroya Shell og Statoil Føroyar lata helvtina hvør.

Fyri at tað skal bera til at finna fram til hvør ið vinnur, er neyðugt at skriva telefonnummar á svarseðilin. Drigið verður í Koyribreytini í ÚF hósdagin 3. des. 1998.

Lyktakanningin byrjar mánamorgunin 9. november og endar sunnukvøldið 22. november. Seinasta freist at lata svarseðilin inn er mánadagin 23. november 1998.

Á baksíðuni á kanningarseðilinum stendur at lesa um ymisk vandamál, sum hava við ferðslu og myrkur at gera. M.a. verður greitt frá einum einføldum máta at kanna um ljósini eru rætt stillað. Á baksíðuni á svarseðilinum, sum verður skræddur av, fáa fólk høvi til at siga, hvussu teimum dáma sendingina »koyribreytin« í ÚF.

Eftir lyktakanningina fer Politiið at gera serligt átak at kanna bilar.