Samferðslan millum Suðuroy og restina av Føroyum

Samferðslan hevur ment seg nógv seinastu 40-50 árini

Í 50-unum var ein túrur um dagin millum Havnina og Klaksvík og millum Havnina og Vágarnar.

»Pride« kom til Havnar um morgunin, og fór norður aftur seinnapartin. »Vesturleið« kom til Havnar um morgunin, og fór vestur aftur seinnapartin.

»Smyril« sigldi nakrar túrar um vikuna til Suðuroyar - tó bar ikki til at sleppa suður hvønn dag.

Onkran dag sigldi hann bara suður, og onkran dag bara norður.

Ikki er neyðugt at siga frá, hvussu menningin er farin fram - bert staðfesta, at í dag er støðan tann, at ferðirnar millum meginøkið og Norðoyar, og millum meginøkið og Vágoynna eru fleirfaldaðar, - og tað sama kann sigast um Sandoynna.

Hetta eiga vit at gleðast um - men samferðslan til Suðuroynna hevur ikki ment seg við somu ferð sum aðrastaðni! Í hesi 40-50 árini er bert onkur einstakur túrur komin aftrat - tað er alt.

Suðuroyggin hevur bert ein túr um dagin, og kann á samferðsluøkinum metast javnt við útoyggjarnar Fugloy, Svínoy, Skúvoy og Mykines. Tað er trupult at virka í einum nútíðar samfelag við so vánaligari samferðslu!

Spurningurin er so, hvussu sambandið við Suðuroynna kann gerast betri?


Fleiri túrar við »Smyrli«?

At sigla fleiri túrar við »Smyrli« er dýrt - og neyvan ber til at sigla meir enn 2 túrar um dagin. Av tí at túrurin er so langur, úti á opnum havi, er neyðugt við stórum skipi. Ein møguleiki hevði kanska verið at latið eina skjóttgangandi ferju siglt rutuna. Hon hevði brúkt umleið ein tíma av Drelnesi til Havnar.


Pegasus II


Slíkar ferjur sigla í Skagerak, so helst hevði tað eisini borið til her.


Tekningin omanfyri er av m/s Pegasus II, sum siglir millum Skagen og Larvik. Pegasus II er bygdur í 1997 í Italia, er 94,5 m. langur og 16 m. breiður, gongur 37 míl og tekur 600 ferðafólk, 155 bilar og 5 bussar.


Silvana Ana L


Ein onnur líknandi ferja er m/s Silvana Ana L, sum siglir millum Hirtshals og Kristiansand. Hon er bygd í Spania í 1996, er 124,70 m. long, 18,7 m. breið, gongur 38 míl og tekur 1200 ferðafólk, 200 bilar og 4 bussar.

Ein líknandi, eitt sindur minni ferja, er helst besta loysnin, treytað av at slík ferja kann sigla í øllum veðri, og at hon kann taka allan farm til og frá oynni. Spurningurin er so, hvussu nógv slík ferja kostar at keypa ella byggja, - og hvat hon kostar í rakstri.


At ferðast um Sandoynna

Av og á eru uppskot frammi um at ferðast til Suðuroyar um Sandoynna, og á kortinum sær tað so sjálvsagt út.

Tað seinasta er, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, hevur sagt, at hann ætlar at royna hesa leið.

Higartil hava suðringar mótmælt, at hava avvíst ætlanina sum ónýtiliga. Atfinningarnar eru m.a. at túrurin verður ov langur og dýrur, og at nógvar avlýsingar verða vegna veður.

Verða góðar ferjuhavnir gjørdar á Sandi og í Hvalba, er ikki vist, at avlýsingarnar verða so nógvar, - men ferðin verður eitt sindur longri enn við »Smyrli«.

Spurningurin er eisini, hvat slag av ferju, ætlanin er at brúka.

Sum er, tekur túrurin Tórshavn-Drelnes, góðar 2 tímar.

Túrurin Tórshavn-Sandoy-Hvalba fer at taka góðar 3 tímar, men tá fer at bera til at hava fleiri túrar um dagin! Verður ílegging gjørd í eina skjóttgangandi bilferju, kann túrurin styttast við 1/2 tíma.

Verður rutan um Sandoynna veruleiki, ber til at sigla einar 4-5 túrar um dagin.

Men eitt er vist, fara suðuroyingar í stórum tali at ferðast um Sandoynna, so verður brúk fyri meir enn einari nýggjari sandoyarferju. Stóri fløskuhálsurin verður í Skopun og á Gomlu rætt. Sum er, mugu sandoyingar ofta bíða eftir »Tróndi«, og nýggja sandoyarferjan verður ikki so nógv størri enn »Tróndur«.

Henda loysnin kemur at binda Sandoynna nærri Suðuroynni og Suðuroyggin fær samband við meginøkið einar 4-5 ferðir um dagin. Men skal henda leið brúkast alt árið, er neyðugt við nýggjum ferjulegum á Sandi og í Hvalba, og einari nýggjari ferju (helst skjóttgangandi). Og haraftrat má ein ferja setast at sigla um Skopunarfjørð.


Framtíðar flogvøllur

Hyggja vit longur fram í tíðina, kann henda, at ein framtíðar-flogvøllur verður gjørdur á Sandoynni (í Søltuvík), sum hevur verið hildið at vera best egnaða stað at gera ein flogvøll, - bert ferðasambandið til og frá oynni var nøktandi. Verður flogvøllurin lagdur har, sær myndin heilt annarleiðis út.

Hvør veit, - kanska verður undirsjóvartunnil gjørdur undir Skopunarfjørð tá verður farleiðin Sand-Hvalba meira áhugaverd!


Innanoyggja flúgving

Ætlanir eru eisini frammi um flogferðslu millum Suðuroy og Havnina. Hetta hevur tó ikki fingið undirtøku frá politiskari síðu. Flúgving kann helst gerast hent hjá teimum, sum skulu skunda sær, og vilja gjalda fyri tað, - men flúgving kann ongantíð at koma í staðin fyri ferðasambandið eftir sjónum.


Besta loysnin

Fyri tveimum árum síðani fór eg ein leygardag úr Havn við bussi til Gomlu rætt, við »Tróndi« til Skopunar, við bussi til Sands, við »Pride« til Hvalbiar, og við bussi til Vágs. »Pride« lá umleið ein tíma í Skúvoy, men veðrið var gott, so tað gjørdi einki fyri meg; - eg hevði góða tíð. Varð siglt beinleiðis Sand-Hvalba, hevði ferðin úr Havn til Vágs tikið umleið 4 tímar, og tað er ov leingi.

Besta sambandið millum Suðuroynna og meginøkið er helst ein skjóttgangandi ferja. Tað næst besta er leiðin um Sandoynna. Flúgving kann gerast eitt gott ískoyti, men kann ongantíð setast ístaðin fyri sigling.

Neyvan ber til at taka røttu avgerðina, fyrr enn fleiri kanningar eru gjørdar, m.a.:


hvussu nógv kostar ein nýggjur »Smyril«?


kann ein skjóttgangandi ferja brúkast til leiðina Tórshavn-Suðuroy?


hvussu nógv kostar ein skjóttgangandi ferja til leiðina Tórshavn-Suðuroy at byggja og at reka?


hvussu nógv kostar ein hóskandi ferja til leiðina Sand-Hvalba?


hvussu nógv kostar ein skjóttgangandi ferja til leiðina Sand-Hvalba?


hvussu nógv kosta nýggjar ferjulegur á Sandi og í Hvalba?


hvussu nógv kostar ein nýggj sandoyarferja (aftrat hinari nýggju, sum ætlanin er at byggja)?


hvussu nógv kostar eitt hóskandi flogfar at keypa og at reka? o.s.fr.


Tá hesir spurningar, og nógvar aftrat, eru svaraðir, ber betur til at taka støðu.

Verður ein góð ferja sett at sigla Sand-Hvalba nakrar mánaðar næsta summar, so fáa vit at síggja.

Kanska hon vísir seg at roynast betur enn væntað!


Álvur Kirke