fáar tjóðir hava sum tann føroyska vágað so nógv á havinum, og fá fólk í heiminum hava verið so bundin at havinum fyri at tryggja sær lívsgrundarlagið, sum tey fólk, sum búgva á hesum klettum. Og fáar tjóðir [...] tjóðir hava lutfalsliga goldi havinum so dýrt sum tann føroyska tjóðin, segði løgmaður í røðu síni á haldinum á Sjómansheiminum. - Havið er lívsgrundarlag okkara, og tann fongur, sum sjófólk okkara fær á [...] at flestu menn í Føroyum hava verið til skips, og havið dró teir heilt frá ungum árum. Men havið er so mangt annað enn ævintýr og kenslubornir dreymar, og tað hevur føroyingurin mangan sannað. Havið hevur
Tey sonevndu djóraverndarfeløgini úti í heimi gera nógv fyri at upplýsa fólk um, hvussu »óndir« føroyingar eru móti grindahvalinum. Frá Grindamannafelagnum hava vit fingið hesa frásøgn, sum er at finna [...] DTHW prógvar tað øvugta: Nyggi krókurin (kúluongulin, ums.), eisini nevndur »Gaff«, er minst líka so ræðiligur sum gamla modellið. Fyri DTHW er grindadráp í Føroyum eisini framvegis barbarí. Gamli krókurin
verður á mál við Central Park. Eini 30.000 fólk luttaka í sjálvari renningini og er okkum fortalt, at áskoðaraskarin á staðnum er um 2 milliónir fólk. At nógv verður gjørt burturúr kann sigast, tá hugsað [...] tá Merkið veittrar á hesum stað? Hóast ST-bygnaðurin hevur heimstað í New York, so er ikki talan um amerikanskt øki sum so. Her er talan um altjóða øki. Tað var sum óivað teim flestu kunnugt ríkmaðurin [...] kr. Afturat hesum kemur so raksturin til friðarvarðveitandi endamál kring knøttin, sum fyri tíðarskeiðið 1. juli 97-30. juni 98 er ætlaður at vera góðar 7 milliard kr. Her kann so skoytast uppí, at útreiðslurnar
síðani seinast? ? Ja, eg haldi, at í einum handilshúsi, har so nógv fólk hevur sína dagligu gongd, sum í SMS, eiga vit at hava okkurt at bjóða fólk útyvir tað, vit vanliga selja. ? Tí skipa vit av og á fyri [...] og í innihaldi so at ta nettupp ikki er óføroyskt. Hava hildið prísin á rímiligum støði Hans Mortensen sigur, at tað er onki at ivast í, at SMS hevur broytt føroyskan handilsskap nógv ? So kunnu vit altíð [...] verður tikin uppaftur komandi ár. 50.000 fólk um vikuna Hans Mortensen sigur, at SMS er vælegnað at skipað fyri tiltøkum í. ? Hvørja viku eru eini 50.000 fólk í SMS. Tvs, at hvør einasti føroyingur er
hon arbeitt nógv á Hvíldarheiminum. - Mær dámar so væl at vea saman við tilkomnum fólki, tí tey hava so nógv at fortelja okkum yngri, og vit kunnu læra av teimum. Eg hugsi soleiðis, at fólk mugu ikki harmast [...] Vanju dámar væl hugskotið um at hava fimleik í húsinum, tí nógv eldri fólk eins og tey ungu, røra seg alt ov lítið. - Hugskotini eru óendaliga nógv, og eg ætli mær sjálv ikki at avgera, hvat skal vera í húsini [...] pensionistar. Húsið liggur eisini so væl fyri, mitt í býnum. Tilhaldið verður í stovuhæddini. Tað stóra rúmið, har bankin áður helt til, er ætlanin at býta upp, soleiðis at fólk kunnu sita í bólkum og takast
boripallunum, ikki minst tá hugsað verður um møguleikan fyri, at fleiri av hesum pallum um ikki so nógv ár fara at vera vanlig sjón á føroyska landgrunninum. Johan Mortensen vísir eisini til frágreiðingina [...] hevur síðani tá arbeitt sum sølumaður í Skemmuni og eisini á Skipasmiðjuni. Hann ætlar sær ikki, sum so mong av hansara javnaldrum til Danmarkar at fáa sær hægri út-búgving. -Eg haldi meg hava funnið eina [...] -Eg havi fingið mær maskinútbúgving við tí fyri eygað at fáa arbeiði umborð á einum boripalli. Havi so roynt at fáa samband við borifeløg men hetta hevur verið ómetaliga torført. Eitt nú havi eg spurt meg
tí norðurspanska, og hann heldur nógv saman við dønunum har á leiðini. Saman við Janne Kolding spælir eisini Annete Hoffmann í Corto Blanca, og tey síggjast nógv, og so er tað eisini Mads Storgård, sum [...] í CD Bidasoar. ? Vit venja tvær ferðir um dagin og spæla dyst tvær ferðir um vikuna, so tað eru ikki stundir til nógv annað enn hondbólt. ? Vit hava fyrru venjingina kl. 11 um morgunin, men tá hava eg og [...] seinnapartin, og tá hava spælararnir so frí til klokkan hálvgum átta, tá teir aftur skulu til venjingar. Tann seinna venjingin er til klokkan tíggju, tá spælararnir so aftur fáa frí. ? Janne hevur eisini
? Vit vænta nógv fólk at koma á landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum, sum hesaferð verður í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Hetta sigur Eyðólv Dimon, sum er skrivari hjá Javnaðarflokkinum og tískil tekur [...] hvat stendur í uppskotinum, fyrr enn tað er viðgjørt á landsstevnuni, so sigur hann kortini, at málið um kommunuskuldina skilir seg nógv frá teirri kós, sum landsstýrismaðurin í kommunumálum, Eilif Samuelsen [...] eykalandsstevnu, tí tað var ov lítil tíð at kjakast um politikk, tá tað organisatorsika arbeiðið tekur so drúgva tíð, sigur Eyðólv Dimon. ? Eisini verða nakrar lógarbroytingar á skránni, og tá krevst at tað
vunnu í fyrra dystinum, og so fara teir at dúva uppá snarálop. Fyri okkum er tað alt avgerandi, at vit skora fyrsta málið. Skora teir fyrst, so punkterar spenningurin, tí so skulu vit gera fýra mál fyri [...] Toda, og tá hann frammanundan skaðanum var á toppinum, ofraðu tey nógv fyri at halda honum burtur. Nú er Todi burtur, og tað er, um eg so má siga, ein lætti hjá mótstøðuverjunum, samstundis sum vit ikki [...] tíggju og fimtan túsund fólk í Parkina í kvøld at hyggja at, hvussu FCK fer at standa seg ímóti Real Betis úr Sevilla. Í FCK halda teir, at um útgangsstøðan hevði verið betri enn 0-2, so høvdu fleiri komið
eydnaðist stak væl, og fleiri enn 400 fólk vóru til tiltakið. Sjálv sangkappingin er partur av dansikvøldi, har nýggjastu dansitónarnir verða spældir. Fimm fólk vóru við í kappingini á Tvøroyri, men bert [...] tí Moirae skal eisini spæla hetta kvøldið. Vit ætla so skjótt, sum tað er gjørligt, at leggja skránna fyri restina av kappingina fasta. Tað eru nógv viðurskiftið, sum skulu passa saman, men vit arbeiða [...] songrøddkappingini, er væl nøgdur við fyrstu innleiðandi kappingina. Alt gekk uppá stás á Tvøroyri. Fólk tóku sera væl undir við kappingini, og tey sum vóru við í kappingini, sungu øll sera væl, sigur hann