Tey sonevndu djóraverndarfeløgini úti í heimi gera nógv fyri at upplýsa fólk um, hvussu »óndir« føroyingar eru móti grindahvalinum. Frá Grindamannafelagnum hava vit fingið hesa frásøgn, sum er at finna á týskum á Internetinum á adressuni:
www.tierhilfe.de/presse/091097dthw.htm.
Lesarin kann sjálvur meta um tilfarið:
München 9. oktober 1997 :
Íbúgvar í teimum donsku Føroyum rokna seg fyri eftirkomarar eftir víkingar, og teir drepa hvørt ár í hundraðtali av grindahvali (í hesum árinum fleiri enn 400) við krókum, tilevnaðir úr jarni, og smáum knívum. Einans eftir altjóða mótmæli í fleiri ár fingust føroyskir fiskimenn at gera ein krók, sum, eftir hvat sigst, skuldi gjørt drápið meiri humant. Ein kanning hjá tyska djórarverndarfelagsskapinum DTHW prógvar tað øvugta: Nyggi krókurin (kúluongulin, ums.), eisini nevndur »Gaff«, er minst líka so ræðiligur sum gamla modellið. Fyri DTHW er grindadráp í Føroyum eisini framvegis barbarí.
Gamli krókurin (sóknarongulin, ums.), sum annars verður brúktur við sama lag í grindadrápi, er hvassur í endanum og verður rendur inn í kroppin á hvalinum. Útróðrarbáturin kann síðan sleipa hvalin inn á grynri vatn, har gjørt verður av við hann við smáum knívum. Myndirnar av teimum djúpu, illa bløðandi sárum, orsakað av sóknaronglinum, vaktu harm og atfinningar kring allan heim av hesum ræðuliga drápshátti, sum norðurevropeisku oyggjabúgvarnir brúktu.
Nýggi ongulin er ørvísi. Hann hevur ein kúluformaðan enda, sum verður festur í blástrið á hvalinum.
»Við at flyta sárini inn í kroppin vóna føroyingar, at uppøsti almenningurin um allan heim letur seg lættari sannføra um ein meiri humanan drápshátt.
Men okkara kanningar prógva, at nýggja vápnið á ongan hátt er minni ræðuligt«, sambært Dr. Sandra Altherr, hvalaserkøn hjá DTHW. Vevnaðurin í blástrinum er fyltur við æðrum og nervatræðrum, og er sera viðkvæmur við pínu. Nýggja dráps-vápnið gevur ógvusligar bløðingar í blástrinum. Hvalurin kann kvalast í sínum egna blóði.
»Hvalurin líður undir ómetaligum stressi og pínu. Ekkolodsskipan hansara verður løgd lamin, og hann villist (missir evnini til at orientera seg)«,ljóðar dómurin frá kanningunum.
Longu í ár eru fleiri hundrað smáhvalir dripnir í Føroyum, fleiri teirra við nýggja onglinum. Nýtt myndatilfar er ikki frá hesum blóðbaðum, tí føroyingar hava eftir trimum árum, lært seg at forða fyri, at almenningurin í víðu verð framhaldandi verður vitni til hesa blóðugu hending. Men DTHW og Schweiziska Hvalaverndarfelagið ASMS leggja doyðin á at gera vart við hvalamorðið í Norðuratlantshavi, fyri at fáa eftirkomarar víkinganna á annan bógv.