Erlendur spælir yrkishondbólt í Spania

Hondbóltur: 29-ára gamli Erlendur Johannesen, sum áður hevur vart málið hjá Kyndli, spælir nú yrkishondbólt í spanska 1. deildarfelagnum CD Bidasoar

Fyrr í ár flutti Erlendur Johannessen, sum er úr Havn, til Spania at búgva. Hann livir saman við kendu donsku hondbóltskvinnuni Janne Kolding, og tá hon gjørdi sáttmála við Corta Blanco í San Sebastian í Spania, fór Erlendur við henni.

? Eg ætlaði mær bara at fara til Spania at læra meg málið, og so spæla eitt sindur av hondbólti, greiður Erlendur Johannessen frá.

Men tað sum skuldi verða ein friðarlig tíð í Spania, gjørdist til yrkishondbólt og beinharða venjing tvær ferðir um dagin.

? Eg fekk møguleikan at royna meg í CD Bidasoar, sum spælir í sponsku 1. deildini, og tað endaði við at teir bjóðaðu mær ein sáttmála.

? Tað kundi eg ikki siga nei til, tí tað er nakað, sum tú vanliga bara droymir um. So eg tók av, og nú spæli eg hondbólt uppá fulla tíð.


Venjing tvær

ferðir um dagin

Erlendur býr í San Sebastian, sum liggur í norður Spania, og hann ferðast 20 kilometrar frá bústaði til venjing í CD Bidasoar.

? Vit venja tvær ferðir um dagin og spæla dyst tvær ferðir um vikuna, so tað eru ikki stundir til nógv annað enn hondbólt.

? Vit hava fyrru venjingina kl. 11 um morgunin, men tá hava eg og danski landsliðsspælarin Mads Storgård, sum eisini spælir í felagnum, longu fingið undirvísing í sponskum. Vit byrja við tí klokkan hálvgum tíggju hvønn morgun.

Fyrra venjingin er liðug klokkan eitt seinnapartin, og tá hava spælararnir so frí til klokkan hálvgum átta, tá teir aftur skulu til venjingar. Tann seinna venjingin er til klokkan tíggju, tá spælararnir so aftur fáa frí.

? Janne hevur eisini frí frá venjing seinnapartar, so tá kunnu brúka nakað av tíð saman.


Kann ikki samanlíknast við annað

Erlendur Johannessen hevur búð í Danmark í nógv ár, har hann hevur fingið útbúgving sum sivilverkfrøðingur.

Hann hevur spælt hondbólt í Kyndli, og meðan hann hevur verið í Danmark og lisið, hevur hann eisini allatíðina spælt hondbólt.

Eitt skifti fyrst í 90?unum vóru Erlendur og Janne Kolding í Føroyum í eitt ár, og tá spældu tey bæði við Kyndli. Tá tey fluttu aftur til Danmarkar fekk Janne síttt veruliga gjøgnumbrot sum hondbóltsspælari.

Nú búleikast føroyski málverjin í sponskum hondbólti, og har trívist hann óføra væl.

? Hetta er ómetaliga spennandi og kann als ikki samanlíknast við nakað, sum eg áður havi gjørt. Spanska hondbóltskappingin telist millum tær sterkastu í Europa, og støðið er sera høgt. Feløgini hava nógv fólk í arbeiði, og eru sera væl skipað uppá allar mátar.


Sleppur at spæla

CD Bidasoar hevur 16 spælarar á lønarlistanum. Málverjarnir eru tríggir og Erlendur er ein teirra.

? Hinir báðir málverjarnir sleppa at spæla meiri enn eg, men eg havi spælt við í Europa-Cup dysti og spældi nógvar av venjingardystunum.

Síðani landskappingin byrjaði fyri einum mánaði síðani, hevur Erlendur ikki staðið í málinum undir dysti, men hann ivast ikki í, at hann eisini sleppur fram at.

Og uttan fyri vøllin hevur Erlendur tað eisini gott. Hann trívist væl í tí norðurspanska, og hann heldur nógv saman við dønunum har á leiðini. Saman við Janne Kolding spælir eisini Annete Hoffmann í Corto Blanca, og tey síggjast nógv, og so er tað eisini Mads Storgård, sum Erlendur spælir saman við.

Jú, sanniliga ein spennandi verð hjá Erlandi at ferðast í.

Sáttmálin millum Erland og CD Bidasoar gongur út næsta august, men Erlendur hevur ikki avgjørt, hvat so skal henda.