Gøteborg. Skipari umborð var A.F. Lindblom, og var skipið á veg til Gette við last av timbri. Ikki vardi leingi, til bjargingarmenn í sjóklæðum komu til bjargingarhúsið á Nordstrand. Bøndur komu við hestum, soleiðis [...] við konum og børnum til jólaveitslu. Soleiðis var eisini á jólum í 1862. Meðan veitslan varð hildin 2. jólakvøld, vaks vindurin til ódn av útnyrðingi vestri. Menninir, ið kendu til mátt havsins, fylgdu [...] bjargingarbáturin kundi verða fluttur til stranda. Við myndugleika leiddi bátsformaðurin, Jens Chr. Jensen, fyrireikingarnar til sjósetingina av bátinum, og menninir, ið ikki høvdu fingið blund í eyguni vei
Guðs orði. - Eg trúgvi, at Guð hevur skapt tónleikin, og at tónleikur talar til eitt annað stað í menniskjanum, nevniliga til hjartað. Við móttøkuna varð Heini spurdur, nær hann við síni frálíku rødd fer [...] fer at leita sær út um landoddarnar við sínum sangi. Hann helt fyri, at hann ikki hevur ambitiónir at gerast professionellur tónleikari. - Hetta er meira at kalla hobby ella ein tænasta. Eg vil fegin tæna [...] eru rundan um meg og øðrum, sum kunnu fáa nakað burtur úr tí, eg syngi. Heini segði, at hóast hann ikki hevur lagt seg eftir at gera seg galdandi uttanlands, fær hann ofta heilsanir frá føroyingum í øðrum
- Í avtaluni stendur ikki, at slíkar avtalur skulu gerast, men kunnu gerast. Tí kunnu myndugleikarnir eisini drála við góðkenning, um teir ikki eru so fegnir um slíkar avtalur. Ikki so heitir Formaðurin [...] lagi er mál millum feløgini og reiðarafeløgini í londunum báðum. Ikki so einfalt Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, er ikki vísur í, at tað verður so lætt hjá føroysku reiðaríunum at fáa umtalaðu [...] Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur ikki, at nýggi landsstýrisformaðurin og fiskimálaráðharrin í Grønlandi eru so heitir hendanvegin, sum ynskiligt hevði verið. - Eg veit ikki rættiliga, hvat hetta botnar í, men
tollverkinum ella táverandi verjuovastin at minnast. Heldur ikki ovastin í hernaðarligu fregnartænastuni sigur seg minnast hetta, men hann vildi ikki taka lut í sendingini. -Av tí at málið snýr seg um loyndarmál [...] loynilig vápn umborð á "Estoniu", kann tað vera orsøkin til, at myndugleikarnir vóru so skjótir at leggja lok á vanlukkumálið, sum hann tekur til. [...] sakk, og tey flestu eru á einum máli um, at tann almenna frágreiðingin, sum kom nakað seinni, svaraði ikki øllum spurningunum. Fyrrakvøldið hevði svenska sjónvarpið eina sending um vanlukkuna, og har kom fram
materielt forkelaði, men eisini sosialt forsømd og latin til sín sjálvs, endurgav sálarfrøðingurin danska læraran. Hann legði afturat, at tað eru ikki fleiri børn við trupulleikum í dag enn áður, men tey, [...] Norðurlandahús lurtaði við andakt eftir framløgu hansara við heitinum, "Et barn har brug for en voksen til hver hånd". Álit eitt lyklaorð Danski sálarfrøðingurin byrjaði fyrilesturin at lýsa, hvørjar fortreytirnar [...] Schultz Jørgensen. Hann vísti víðari á, at við áliti verða felags normar skaptir, sum síðani føra til tryggleika og fastar karmar. Hetta gevur barninum avbjóðandi møguleikar at luttaka í sosiala lívinum
heyst mælt til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, og tað er í mínum hugaheimi púrasta burtur við, um Javnaðarflokkurin, sum gongur á odda í visjónum um alt millum himmal og jørð, ikki tekur undir [...] als eingin ivi í hansara sál um hetta. - Eg vil siga tað heilt stutt og greitt: Tekur Føroya løgting ikki undir við at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, hava føroyskir politikarar enn einaferð prógvað [...] at tryggja, at tær broytingar, vit síggja í umhvørvinum og veðurlagnum, kunnu tálmast, so heimurin ikki endar í eini vanlukku í framtíðini. Bogi Hansen vísir á, at eitt nú bretska stjórnin arbeiðir við
vaksandi. Kina hevur bundið sín valuta yuan fast til dollaran Men hvat ger ein supermakt sum USA við hetta vaksandi problem? Kina hevur bundið sín valuta yuan fast til dollaran. Vekslikursurin hevur í eini tíggju [...] í virði í nøkur ár, og tað hevur gjørt tað lættari at selja amerikanskar vørur í útlandinum. Men ikki til Kina, tí hvørja ferð dollar er fallin í virði, so er kinesiska yuan fallin líka nógv. Amerikanska [...] yuan gjørdur leysur aftur, so fer kursurin at hækka í mun til dollar, og so eru kinesiskar vørur minni kappingarførar. Men Kinesarar latast ikki um vón, enn í hvussu so er. Men tað kann í prinsippinum henda
vón, at føroyingar hava hug at koma til Íslands at gera íløgur, segði hann. Danske Bank Halldór Ásgrímsson varð eisini spurdur, um hann hevði nakrar viðmerkingar til tað, sum Danske Bank í seinastuni hevur [...] svaraði hann ógvuliga stutt: - Eg trúgvi ikki, at Danske Bank nakrantíð hevur verið í Íslandi og sæð, hvussu íslendska samfelagið er samansett. Hava teir ikki tað, mugu tað vera ógvuliga gløgg fólk sum [...] sum arbeiða í Danske Bank, segði íslendski forsætisráðharrin. Stundir vóru ikki til meira á tíðindafundinum í morgun, tí løgmaður og forsætisráðharrin skuldu við fylgi víðari í Norðoyggjar. Sosialurin hevur
túrurin hjá hesum trimum ikki minni góður fyri tann skuld. Tá ið maðurin til vinstru á myndini fekk hendan smáfiskin, helt bróðurin í miðjuni fyri, at hevði hann fingið fatur á abbanum til hendan fiskin, hevði [...] hevði hann kanska verið nýtiligur til okkurt. Sofus, ytst til høgru og Eyðun í miðjuni, eru fastir landarar hjá P/F Snodd; Ian, ytst til vinstru, lesur í Danmark. Teir hugnaðu sær óført í bátinum hetta frálíka [...] at so stórur og góður fiskur gongur so nær landi. Men navnið reyðfiskur kemur ikki av ongum. Hetta er toskur, sum heldur til heilt inni í taranum undir landi. Myndin, vit síggja saman við hesum greinastubbanum
støddum og til ymisk dýpir. Flamingo-plátur til bjálving er ein framleiðsla á virkinum. Hesar fáast í ymiskum tjúktum, eru trýstfastar og stoyptar, ikki skornar. Looknorth framleiðir eisini flot til aliringar [...] kassum og flotum til alivinnuna gekk undan, og tí noyddust vit at venda eyguni aðrar vegir. Árni Skaale sigur, at tað hevur kravt tíð, hugflog og íløgur til umleggingar at laga framleiðsluna til nýggja marknaðin [...] áhugavert útboð av kassum til útflutning av feskum fiskavørum, heilum fiski og fløkum, og útboðið er støðugt veksandi. Hugskot kærkomin - Umframt tað, sum okkum kemur til hugs at framleiða til marknaðin, er vinnan