"Gløgg" fólk í Danske Bank

- Eg trúgvi ikki, at Danske Bank nakrantíð hevur verið í Íslandi og sæð, hvussu íslendska samfelagið er samansett. Hava teir ikki tað, mugu tað vera ógvuliga gløgg fólk sum arbeiða í Danske Bank, segði íslendski forsætisráðharrin, Halldór Ásgrímsson

Ráðharravitjan

Eftir fund í morgun millum Jóannes Ejdesgaard, løgmann og íslendska forsætisráðharran, Halldór Ásgrímsson, var stuttur tíðindafundur í Tinganesi.
Løgmaður segði, at teir á fundinum høvdu kunnað hvønn annan um politisku-og búskaparligu støðuna hjá hvørjum øðrum, og somuleiðis høvdu teir tosað um Hoyvíkssáttmálan, sum løgmaður vónaði verður samtyktur á Føroya løgtingi og í Altinginum nú í vár. Eisini tosaðu starvsbrøðurnir um felagslýsingina um landingarnar hjá hvørjum øðrum.

Góðir í ráðum
- Vit tosaðu eisini um ES og EFTA. Ísland er limur í EFTA, og tí kunnu íslendingar vera góðir í ráðum, um vit í Føroyum skuldu komið so langt.
Jóannes segði, at teir eisini tosaðu um havið - ikki bara um tað, sum er í havinum, men eisini hvussu um, hvussu havið og tilfeingi verða umsitið.
Løgmaður segði at enda, at hann hevði kunnað íslendska forsætisráðharran um tað menningarsamstarv, sum Føroyar eru farnar undir úti í heimi.
Í hesum sambandi vísti hann á, at íslendingar hava stovnin Iceida, sum svarar til danska stovnin, Danida.
- Íslendski stovnurin hevur verið góður í ráðum og hjálpsamur, legði løgmaður aftrat.

Ongantíð regn!
Íslendski forsætisráðharrin, Halldór Ásgrímsson, segði, at hetta ikki er fyrstu ferð, at hann hevur vitjað í Føroyum.
- Men hetta er fyrstu ferð, eg havi verið her sum forsætisráðharri. Áður havi eg verið her sum fiskimálaráðharri og sum uttanríkisráðharri.
Hann legði aftrat, at hann altíð hevur verið væl móttikin í Føroyum.
- Eg havi ongantíð sæð regn í Føroyum, ei heldur toku, men nú havi eg so sæð kava her, segði Halldór.

Stórur áhugi
Hann segði, at íslendska vinnuátakið, sum er í Føroyum í hesum døgum, vísir, at stórur áhugi er í Íslandi fyri Føroyum.
- At sjeyti fólk úr Íslandi eru her, vísir, at íslendingar hava áhuga fyri at vita, hvat hendir í Føroyum. Eg haldi, at hetta er gott fyri bæði londini.
Spurdur, hví íslendskar fyritøkur venda sær til ein so lítlan marknað, sum Føroyar eru við einans 48.000 fólkum, vísti Halldór á, at íslendski marknaðurin er ov lítil, og tí ynskja íslendingar við nýggja handilssáttmálanum at veksa um sín "heimamarknað".
- Londini líkjast, og grundarlagið líkist eisini.
Forsætisráðharrin segði seg vóna, at føroyingar eisini kunnu fáa nakað burtur úr teirri avtalu, sum er undirskrivað millum londini.
- Íslendskt vinnulív hevur seinastu árini verið fyri stórum vøksti, men búskapurin hevur brúk fyri, at útlendskar íløgur verða gjørdar í landinum. Tí er tað mín vón, at føroyingar hava hug at koma til Íslands at gera íløgur, segði hann.

Danske Bank
Halldór Ásgrímsson varð eisini spurdur, um hann hevði nakrar viðmerkingar til tað, sum Danske Bank í seinastuni hevur ført fram um íslendskan búskap, men her svaraði hann ógvuliga stutt:
- Eg trúgvi ikki, at Danske Bank nakrantíð hevur verið í Íslandi og sæð, hvussu íslendska samfelagið er samansett. Hava teir ikki tað, mugu tað vera ógvuliga gløgg fólk sum arbeiða í Danske Bank, segði íslendski forsætisráðharrin.
Stundir vóru ikki til meira á tíðindafundinum í morgun, tí løgmaður og forsætisráðharrin skuldu við fylgi víðari í Norðoyggjar.
Sosialurin hevur bæði tíðindafólk og myndamann við á ferðini í Norðoyggjum.