er stongdur. Eldur er komin í eitt ljósagregat, sum síðani hevur fest í tilfar í eini bingju skamt harfrá. Koyrandi er um Eiðisskarð hvønnn hálva tíma Eldur er komin í tekniskan útbúnað í tunnlinum, og [...] roykur er í tunnlinum. Veðrið órógvar arbeiðinum hjá sløkkiliðnum, sum orsaka av roykinum, ið skiftir kós alla tíðina, ikki sleppur framat staðnum. Onki er frætt um, at nakar skal hava fingið skaða í sambandi
eingin inni í bygninginum í Vágsbotni, har Number 1 Pizza húsast, tá eldur kom í um middagsleitið í dag. Nú veit løgreglan at siga, at eldurin helst kyknaði í køkinum á niðastu hæddini, men í løtuni duga [...] siga, hví eldur kom í. - Eldurin er sløktur, og her var eingin persónsskaði, og nú verður ansað eftir, at eldurin ikki kyknar aftur. Vaktleiðarin sigur, at tað verður brandteknikari hjá løgregluni í Føroyum [...] aftrat, at skaðin, sum stóðst av eldi, royki og vatni, serliga er í køkinum. - Men, tað er ikki óhugsandi, at roykskaði eisini er aðrastaðni í húsinum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Í morgun hevur eldur verið í einum bussi skamt norðanfyri rundkoyringina niðan fyri Norðskálatunnilin. Hetta var á landsvegnum, sum gongur úr rundkoyringini og til bygdirnar norðanfyri. Løgreglan sigur [...] sum skjótt stóð í ljósum loga. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bussurin er vrak. Onkur forvitnast og spyr, um hetta var ein elbussur, sum eldur kom í, men tað var tað ikki
Í minsta lagi 121 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt klædnavirki nærhendis høvuðsstaðnum Bangladesh, Dhaka, í gjár. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at eldurin hevði kravt níggju mannalív, mern í nátt segði ovastin [...] ígjøgnum vindeyguni. Tað er ikki greitt, hví eldur kom í, men tað er ein sannroynd, at tann elektriska skipanin í nógvum klædnavirkjum, sum seyma klæðir til handlar í Vesturheiminum, er sera vánalig. Sambært [...] ovastin fyri sløkkiliðnum, at 121 fólk eru funnin deyð. Bygningurin er í níggju hæddum, og nógv fólk fingu skaða, tí tey sluppu ikki niður av teimum ovaru hæddunum fyri eldinum. Tíðindastovurnar skriva
Klokkan 17.26 í kvøld fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum gomlum lastbili á parkeringsplássinum uttan fyri skúlan í Søldarfirði. Á myndini sæst, hvussu stóran skaða eldurin gjørdi, áðrenn tað eydnaðist [...] Løgreglan veit ikki við vissu, hvat tað í veruleikanum var, sum hendi, men bilurin verður kannaður, og tá kanningarnar eru lidnar, kann helst neyvari staðfestast, hví eldur kom í lastbilin. - Maðurin, sum átti [...] parkeringsplássinum uttan fyri skúlan í Søldarfirði. Bilurin verður neyvan til lastbil aftur. Hann er rættiliga illa brendur, sum hendan myndin, vit tóku í Søldarfirði tíðliga í kvøld, vísir.
áðrenn klokkan seks í kvøld fekk løgreglan boð um, at nógvur roykur var í einari íbúð í einum av íbúðarbygningunum í Eirargarði í Tórshavn. Tað vísti seg, at eldur var í kyknaður í einari grýtu undir [...] matgerðina hjá einari familju í bygninginum. - Tey ballaðu barnið hjá sær í eitt teppi og rýmdu úr íbúðini, tí har var so nógvur roykur. Vit boðaðu sløkkiliðnum frá og teir vóru skjótir á staðnum. Men [...] Men tá hevði familjan longu koyrt okkurt oman á grýtuna, so at eldur var sløknaður, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini. Vakthavandi upplýsir, at eingin eldskaði stóðst av tilburðinum, men at íbúðin helst
Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum á Tvøroyri. Løgregla og sløkkilið fóru á astaðið og fóru undir at skipa arbeiðið at sløkkja og sjúkrabilur fór eisini [...] skaða. Nú fara teknikarar so at kanna tey fyri at vita um greiða fæst á, hví eldur kom í. Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Løgreglan tók kortini tveir bilførarar fyri at koyra við kenning. [...] eisini á staðið, men tað vísti seg, at eingin var í húsinum. Har í grannalagnum standa húsini tætt, so tað ráddi eisini um at bjarga grannahúsunum. Løgreglans sigur, at tað gekk væl at sløkkja, men eldurin
Mitt í nátt boðaði eldávaringin frá, at eldur var í uppi á Hotel Føroyum. Løgreglan sigur, at talan var um eitt stearinljós, sum stóð á einum borði í einum felagshølum, og sum tey høvdu gloymt. Tískil [...] Tískil var brent heilt niður og festi í borðið, og tað elvdi til so mikið av royki, at eldávaringin sló til. Men løgreglan sigur, at fyri so vítt var ongin eldur, tí tað var alt sløkt, tá ið tey komu á staðið
Aftur í kvøld, mikukvøld, er eldur settur á í stórum pørtum av Keypmannahavn Seinastu kvøldini hevur verið rættiliga ófriðarligt á Nørrebro í Keypmannahavn, og ófriðurin heldur fram í kvøld. Ófriðurin [...] fyri at hava sett eld á tveir bilar. Í Saxogade var ein maður handtikin við einum molotovcoctail uppi á sær. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at nógva staðni er eldur settur á hvøld ruskíløt og nógvar bilar [...] hava úr at gera við at sløkkja smáeldar, sigur Bo Schou Petersen, sløkkiliðsstjóri við Danmarks Radio í kvøld.
Fríggjanáttina trý korter til trý varnaðust nakrir dreingir, ið koyrdu í bili, at eldur var komin í eini sethús á Víkavegnum. Login stóð úr tekjuni, og teir boðaðu frá beinanvegin. Klaksvíkar Sløkkilið [...] fara aftur í húsini at sova aftaná. Hildið verður, at orsøkin til eldin er, at menn høvdu brent tjørupapp á tekjuna sama kvøldið. Tá arbeiðsmenninir eru lidnir og hava riggað av, er eldur komin í. [...] Sløkkilið kom á staðið sum skjótast og fekk tamarhald á eldinum rættiliga skjótt. Í húsunum lógu kona, maður og børn í fasta svøvni og varnaðust einki. Tey vóru fingin úr húsunum, meðan sløkkiliðið gjørdi sítt