Í morgun hevur eldur verið í einum bussi skamt norðanfyri rundkoyringina niðan fyri Norðskálatunnilin.
Hetta var á landsvegnum, sum gongur úr rundkoyringini og til bygdirnar norðanfyri.
Løgreglan sigur, at tað var ein bilførari, sum koyrdi aftanfyri bussin, ið sá, at alt var ikki, sum tað átti.
- Roykur stóð úr bussinum, og bilførarin valdi at yvirhála bussin og royna at boða føraranum frá.
Bussførarin, sum hevði fullan buss av fólki, steðgaði, og fólk sluppu sær út bussinum, sum skjótt stóð í ljósum loga.
Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bussurin er vrak.
Onkur forvitnast og spyr, um hetta var ein elbussur, sum eldur kom í, men tað var tað ikki.