Í nátt kom eldur í ein lastbil, sum stóð í Rituvík. Men tá ið sløkkiliðið kom á staðið, var so nógvur eldur, at tey hættaðu sær ikki fram at at sløkkja í fyrstu atløgu.
Bilurin var tað, tey kalla yvirtendraður og tey stúrdu fyri, at okkurt var, sum kundi fara í luftina og tí helt sløkkiliðið seg eitt sindur burtur frá í fyrstuni fyri ikki at seta lív og heilsu hjá nøkrum í váða.
Men tey passaðu sær kortini løgir og fingu sløkt eldin tá ið ein løta var farin. Eldurin var undir bilinum og ongin illgruni er um, at hann var ásettur, sigur løgreglan.
Tey halda, at eldurin kann stava frá akkumolatorinum, sum stóð í bilinum.