Mitt í nátt boðaði eldávaringin frá, at eldur var í uppi á Hotel Føroyum.
Løgreglan sigur, at talan var um eitt stearinljós, sum stóð á einum borði í einum felagshølum, og sum tey høvdu gloymt.
Tískil var brent heilt niður og festi í borðið, og tað elvdi til so mikið av royki, at eldávaringin sló til.
Men løgreglan sigur, at fyri so vítt var ongin eldur, tí tað var alt sløkt, tá ið tey komu á staðið, og ongin skaði stóðst av.
Løgreglan sigur eisini, at talan var ongantíð um at vekja teir liggjandi gestirnar og at fáa teir av húsum. Teir vórðu ikki órógvaðir og varnaðust neyvan nakað, sigur løgreglan.










