Aftur eldur í Keypmannahavn

Aftur í kvøld, mikukvøld, er eldur settur á í stórum pørtum av Keypmannahavn

Seinastu kvøldini hevur verið rættiliga ófriðarligt á Nørrebro í Keypmannahavn, og ófriðurin heldur fram í kvøld. Ófriðurin fevnir nú eisini um Tingbjerg, Vesterbro, Sjælør og nú eisini grannakommununa Rødovre.

Á Sjælør Boulevard vóru fýra ungdómar handtikinir fyri at hava sett eld á tveir bilar. Í Saxogade var ein maður handtikin við einum molotovcoctail uppi á sær. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at nógva staðni er eldur settur á hvøld ruskíløt og nógvar bilar.

- Vit hava úr at gera við at sløkkja smáeldar, sigur Bo Schou Petersen, sløkkiliðsstjóri við Danmarks Radio í kvøld.