Í minsta lagi 121 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt klædnavirki nærhendis høvuðsstaðnum Bangladesh, Dhaka, í gjár. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at eldurin hevði kravt níggju mannalív, mern í nátt segði ovastin fyri sløkkiliðnum, at 121 fólk eru funnin deyð.
Bygningurin er í níggju hæddum, og nógv fólk fingu skaða, tí tey sluppu ikki niður av teimum ovaru hæddunum fyri eldinum. Tíðindastovurnar skriva, at fleiri lupu út ígjøgnum vindeyguni.
Tað er ikki greitt, hví eldur kom í, men tað er ein sannroynd, at tann elektriska skipanin í nógvum klædnavirkjum, sum seyma klæðir til handlar í Vesturheiminum, er sera vánalig. Sambært tíðindastovunum tók tað eisini rættiliga langa tíð at sløkkja eldin, tí har var ikki nóg mikið av vatni.










