seinastu tíðina verið í økinum kring Katla á Suðurlandinum í Íslandi, og tað kundi boðað frá, at vulkanin fer at goysa. Páll Einarsson, professari í geofysikk við lærda háskúlan í Reykjavík, sigur við [...] verður skaðin væl størri, halda serfrøðingar. Tvær ferðir í hvørjari øld goysir Katla. Síðsta ferðin, at hon gjørdi um seg, var í 1918, tá ið hon goysti í ein mánað. Tá gjørdist dagur til nátt, grøði var oyðiløgd [...] flogfeløgini fylgja væl við í, hvussu íslendsku vulkanirnar skikka sær. Tað kemst av, at vulkanøskan oyðileggur motorarnar í flogførunum. Í fjør var øska úr Eyjafjallajökli til stóran ampa fyri flogferðsluna
kensluligur harðskapur er millum vaksin í Føroyum. Úrslitini vísa millum annað, at slíkur harðskapur hevur álvarslig árin á heilsu, møguleikar fyri útbúgving og fyri at virka í samfelagnum. Høvuðsúrslit: • 34 [...] sløg av harðskapi. • Harðskapur, sum varð framdur í barnaárum, hevði størri neiliga ávirkan á heilsu og útbúgving, samanborið við harðskap, sum varð framdur í vaksnamannaárum. • Tey, ið ikki hava tikið eina [...] serliga tá hann fer fram í barnaárum. Hesi úrslit vísa á stóra tørvin á málrættaðum átøkum og stuðulsskipanum fyri at basa og fyribyrgja harðskapi og fylgjum av harðskapi í Føroyum. Skrivað greinina hava:
skjeyt eisini árins mál í SAS-liguni í 2004. Kenslurnar fyri Brøndby eru alt annað enn fánaðar seinastu árini. Hjartað er í felagnum og vónar harvið eisini, at teir fara at vinna á B36 í Gundadali hósdagin [...] felagnum at vinna seg víðari í kappingini. Peter Foldgast, sum nú spælur við EB/Streymi, umboðaði felagið frá árunum 2000 til 2004. Og hóast hann í dag spælur í føroysku Formuladeildini, so vónar hann, at fyrrverandi [...] eydnaðist teimum millum annað at vinna donsku steypakappingina, og Foldgast skjeyt eisini árins mál í SAS-liguni í 2004 Mynd: Polfoto
Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum ein óbindandi veðurlagspolitikk fyri Føroyar. Ætlanin var at minka útlátið við 20% áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. Í dag er støðan tó tann, at útlátið [...] okkum til at minka um útlátið við í minsta lagi 45% fram til 2030 sammett við útlátið í 2010, fyri at fylgja málinum í paríssáttmálanum. Fyri at náa málsetninginum í veðurlagslógini eigur ein greið virkisætlan [...] skjótt syftir seiðir og tunga takið frá 2008 hevði boð uppá minking á øllum økjum; t.e. í húsarhaldum, í orkunýtslu, í vinnuni o.ø. Eina slíka virkisætlan eiga vit at gera, ið skal samvirka við veðurlagslógina
vísir at tað er væl møguligt at brúka vind- ella sólorku, í staðin fyri vatnorku. ? Hava umhvørvismál í veruleikanum ongan politiskan prioritet í Føroyum?- Føroyar hava undirskrivað nógvar ymiskar sáttmálar [...] generell prinsipp um náttúru- og umhvørvisvernd. Í sáttmálanum stendur, at fleiri fyrilit skulu havast í huga, serliga tá stórar útbyggingar skulu fremjast. Í nevnda norðurlendska sáttmálanum bindir Landsstýrið [...] in), sum hevur ábyrgdina av náttúruumsitingini í Føroyum, men har er tíð at fara at hugsa ørvísi, tá hesir trupulleikarnir skulu loysast. Vend má koma í og skiftast má spor, vit eiga at læra av feilunum
uml. 200 metrar undir sundið báðumegin. 3.Seismiskar botnkanningar í sundinum. 4.Samfelagsfíggjarlig árin. 5.Grótið er av sama slagi sum í tunnlinum ímillum Signabø og Kaldbaksbotn, har stak væl gekst at [...] bumpeningaskipan 2 milliónir í 15 ár: 30 milliónir kr. Tilsamans 210 milliónir kr. Av 210 milliónum krónum er stórur partur lønir og av hesum fær landið minst 80 milliónir aftur í beinleiðis skattum. T.v.s [...] kosta landskassanum eina krónu. Og tunnilin kemur at halda í 100 ár ella meira. Um landið letur 20 mió. kr. 4 ár, er hetta uml. 38 kr./føroying/ mðr. í 4 ár brutto. So er landskassin úti av myndini. At nevnda
heilsubót í samband við uppihald og upplivingar í skógarlendi, og í Danmark verður nú farið undir ein vísindaligan viðgerðarstovn fyri strongd í tí gamla træsavninum Arboretet i Hørsholm. Í seinastu útgávuni [...] benda á tann bógvin, at uppihald í skógarvaksnum lendi, í parkum og gørðum og eisini samband við plantuvøkstur í nærumhvørvinum annars, hevur við sær munagott jaligt árin á fólkaheilsuna. Tað sigur Umhv [...] týdning í immunverjuni og at basa krabbakyknum) eftir uppihald í skógarøki í einans 2 dagar. So eitt gott høvi til at stimbra sær heilsuna, og samstundis stytta sær stundir, er við at vitja í viðarlundunum
Down, hon kom á fyrsta sinni út í 1942, og hon hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-herseta Evropa. Hóast alt varð gjørt at forða útbreiðsluni - í fasistiska Italia vóru fólk dømd [...] - so vóru túsundir av eintøkum í umfari í Evropa, og tey bóru vitnisburð um máttin í hugsjónum, tá ið tær standa andlit til andlits við óndskap og harðskap. Niðunátt er í eftirtíðini av teimum minst umrøddu [...] yvirvaldi. Niðunátt er søga um fólk í kríggi, og norsk kolanámsbygd undir seinna heimsbardaga er leikvøllurin fyri søgugongdina. Eitt land í Norðurevropa er hersett. Í einum lítlum býi frystir tann fjáltur
gjørdi hann fyrstu árin og tað dámdi honum væl, tí har er friðarligast at ganga. Við árunum er Henrik Old komin longur fram í røðini. Tá Henrik Old í ár gongur teinin úr løgtingshúsinum oman í dómkirkjuna og [...] ið hevur sitið longst í Løgtinginum, og skal tí ganga fremst, aftaná limirnar í formansskapinum. Henrik Old hevur tó onga tráðan eftir at ganga frammarlaga. Áðrenn skrúðgongan í 1998 varð skipað soleiðis [...] manningini sum ikki hevur verið í føroyskum klæðum. Í staðin hevur hann skift millum at brúka troyggjur frá Tøting, Navia og Snælduni. Seinastu árini hevur hann verið í eini myrkabláari troyggju frá Navia
søgu, sum fleiri aðrir miðlar eisini hava borið í dag. - Vandin fyri krabba í vælindunum er meira enn trígjgjar ferðir so stórur, og vandin fyri krabba í brisinum - ella búkspýttkertlinum - er tvífalt so [...] eru nakrar av niðurstøðunum í nýggju kanningini. Nevndu stovnar, sum standa aftanfyri kanningina um árin av snúsi, hava brúkt alla atkomiliga gransking, sum áður er gjørd í samband við snús og krabbamein [...] verður tú í enn størri vanda fyri at doyggja av krabbameini, sigur læknin og granskarin, Bendik Brinchmann. Eftir úrslitini, sum nýggjasta kanningin kemur til, rópar forkvinnan í Kristelig Folkeparti í Noregi