Tað prutlar undir lokinum í Íslandi

Fleiri smærri jarðskjálvtar hava seinastu tíðina verið í økinum kring Katla á Suðurlandinum í Íslandi, og tað kundi boðað frá, at vulkanin fer at goysa.

Páll Einarsson, professari í geofysikk við lærda háskúlan í Reykjavík, sigur við tíðindastovuna AP, at hetta er tekin um, at tað er virksemi í gosfjallinum.

Í fjør vár var stórur partur av flogferðsluni órógvaður av, at øska frá Eyjafjallajökli fór um stórar partar av Europa. Um Katla nú fer at goysa, so verður skaðin væl størri, halda serfrøðingar.

Tvær ferðir í hvørjari øld goysir Katla. Síðsta ferðin, at hon gjørdi um seg, var í 1918, tá ið hon goysti í ein mánað. Tá gjørdist dagur til nátt, grøði var oyðiløgd, fenaður fór fyri einki, og økið kring gosfjallið varð rakt av vatnflóð, tí ísurin smeltaði.

Vandin fyri ógvusligari goysing gerst størri, alt meðan trýstið í vulkanini økist. Tá ið tað eru 93 ár síðani, at hon goysti seinast, er møguleikin stórur fyri, at tað ikki verður so leingi til næstu goysningina, eru boðini hjá serfrøðingum.

Serfrøðingar siga seg eisini halda, at Hekla er á gáttini til rættuliga at gera um seg. Tað kann fara at hava ógvusligt árin á flogferðsluna, og tað kann fara at hava við sær, at hitastigini upp á tvørs av meginlondunum fara at lækka, tá sólarstrálingin verður blokerað í longri tíð.

Altjóða flogfeløgini fylgja væl við í, hvussu íslendsku vulkanirnar skikka sær. Tað kemst av, at vulkanøskan oyðileggur motorarnar í flogførunum.

Í fjør var øska úr Eyjafjallajökli til stóran ampa fyri flogferðsluna. Fleiri enn hundrað túsund flogfør vórðu avlýst, og fleiri enn átta milliónir ferðafólk vórðu rakt av avlýsingum. Hetta kostaði flofeløgunum umleið 11 milliardir krónur.