Landskassin 80 milliónir kr.
Lántøka 100 milliónir kr.
Inntøka av bumpeningaskipan 2 milliónir í 15 ár: 30 milliónir kr.
Tilsamans 210 milliónir kr. Av 210 milliónum krónum er stórur partur lønir og av hesum fær landið minst 80 milliónir aftur í beinleiðis skattum. T.v.s. at fasta sambandið um Vestmannasund ikki kemur at kosta landskassanum eina krónu. Og tunnilin kemur at halda í 100 ár ella meira. Um landið letur 20 mió. kr. 4 ár, er hetta uml. 38 kr./føroying/ mðr. í 4 ár brutto. So er landskassin úti av myndini. At nevnda upphædd ikki kollrennur nakran landsbúskap er eyðsýnt. Øll mugu vera samd um, at nevnda upphædd ikki kollrennir nakran landsbúskap er eyðsýnt. Øll mugu verða samd um, at nevnda upphædd ikki er stór, um hugsað verður um tað positiva árin hetta fær á samfelagið alt, m.a.:
1.35-40 minuttir non-stop til flogvøllin alt døgnið, árið runt. Í dag tekur ofta longri tíð at koma frá Vágum til Streymoy, enn frá flogvøllinum til Keypmannahavnar.
2.Avstandurin frá Vaglinum til Miðvágs verður 39 km, ella tað sama sum til Vestmanna.
3.Ung í Vágum kunnu búgva heima og ganga í skúla á meginøkinum. Mong hava ikki møguleika at ganga á hægri skúlum, av tí at hetta er sera dýrt. Ein sosialur skeivleiki verður rættaður um fast samband kemur.
4.Vinnan báðumegin sundið fær optimalar møguleikar at virka undir, eins og flogvøllurin fer at geva møguleikar fyri exporti/importi av vøru, ið ikki er til staðar í dag.
Argumentatiónin hjá Jákupi Joensen heldur als ikki, tá hann uttan drál tegir burtur, at góðar 200 milliónir krónur av landskassans peningi eru nýttar til berghol í valdømi hansara til knapt 400 fólk í svárastu fíggjarkreppu í søgu okkara, ímeðan hann er á gosi um at landskassin skal nýta 80 milliónir krónur til at betra eitt totalt ónýtiligt og niðurslitið ferðasamband til knapt 3000 fólk og einastu floghavn okkara. (Undirritaði er glaður um, at sumbingar hava fingið eitt gott samband, tillukku við tí. Vildi mett, at sumbingar eins og suðuroyingar annars, við undantak av Jákup Joensen, ikki hava nakað ímóti at ferðasambandið gerst betri til útjaðaraøkir).
Landskassin verður nevniliga ikki tyngdur av upphæddini oman fyri 80 milliónir krónum. Hendan verður nevniliga goldin av bummpeningagjaldinum, hvørs grundarlag er stóra ferðslan um Vestmannasund.
Á hesi farleið er púra ørt at nýta eina krónu til annað enn fast samband. Og tað er indiskutabult. Hetta hava nógvir bólkar kannað væl og virðiliga.
1.Ráð frá skilamanninum, jarðfrøðinginum Jóannis Rasmussen, sála.
2.Borikanningar uml. 200 metrar undir sundið báðumegin.
3.Seismiskar botnkanningar í sundinum.
4.Samfelagsfíggjarlig árin.
5.Grótið er av sama slagi sum í tunnlinum ímillum Signabø og Kaldbaksbotn, har stak væl gekst at bora osfr.
Alt talar fyri at gera fast samband. Og hetta er neyðugt at gera. Nú.
Mær vitandi hevur Jákup Joensen ikki kannað hetta. Men hann hevur eina greiða støðu, á ongum støði. At hann áður hevur tikið støðu uttan nakað grundarlag, og at hetta er hansara 80-ara arbeiðsháttur, má ikki aftur koma at kosta samfelagnum og skattgjaldarunum mangar milliónir krónur.
At býráðspolitikarin úr Tórshavn, Lisbeth Petersen, rekur lokalpolitikk á Føroya Løgtingi er til lítlan sóma fyri hana.
Maria Han hevur onki at óttast. Hon veit, at ein blindtarmur ikki verður skorin burtur uttan hann gerst sjúkur. Vestmanna fær við fasta sambandinum betri møguleikar fyri at yvirliva enn í dag ? tí samstarvsmøguleikar ímillum Vágarnar og Norðurstreymoy gerast nógv betri innan øll økir. Nú er at vóna, at tingmenn vilja byggja land og taka undir við hesi skilagóðu ætlan, ið helst ikki fer at kosta landskassanum eina krónu, heldur tvørturímóti fer at geva landskassanum eina inntøku, ið fer at bøta um møguleikar okkara at taka okkum av yngru og eldru samfelagsborgarum okkara. Vit eiga altíð at byggja Føroyar upp ? á skynsaman hátt.
Marjus Dam










