Hann er eisini tann teirra ið hevur sitið longst í Løgtinginum, og skal tí ganga fremst, aftaná limirnar í formansskapinum. Henrik Old hevur tó onga tráðan eftir at ganga frammarlaga. Áðrenn skrúðgongan í 1998 varð skipað soleiðis at Løgtingsformaðurin, løgmaður og bispur gingu fremst, var nógv kjak og stríð um hvør skuldi ganga fremst. Um Henrik Old avgjørdi sjálvur, so gekk hann aftast, tað gjørdi hann fyrstu árin og tað dámdi honum væl, tí har er friðarligast at ganga. Við árunum er Henrik Old komin longur fram í røðini.
Tá Henrik Old í ár gongur teinin úr løgtingshúsinum oman í dómkirkjuna og niðanaftur í løgtingið, verður tað tann 35. ferðin, hann hevur gingið skrúðgongu á ólavsøku.
- tað er altíð er ein hátíðarlig løta. Skrúðgongan er byrjanin til eitt nýtt tingár og spennandi er at vita, hvat tað fer at bera við sær.
Hátíðarhaldið hevur líkst sær sjálvum hesi árini. Størsta broytingin er at fólk leggja stóran dent á at vera í føroyskum klæðum.
Fyrstu árini, tá Henrik Old gekk skrúðgongu, var vanligt at politikarar ikki vóru í føroyskum klæðum. Henrik Old hevur ongantíð átt føroysk klæðir, og seinastu árini hevur hann ofta verið tann einasti av ting og landsstýrismanningini sum ikki hevur verið í føroyskum klæðum. Í staðin hevur hann skift millum at brúka troyggjur frá Tøting, Navia og Snælduni. Seinastu árini hevur hann verið í eini myrkabláari troyggju frá Navia, sum kallast Henrik. Tingmaðurin heldur tað vera hóskiligt at vera í troyggju, sum ber sama navn sum hann.